EM-undandystur, kvinnuhondbóltur
Ísland – Føroyar 22-24 (10-10)
Føroysku hondbóltskvinnurnar gjørdu ikki minni enn at vinna móti Íslandi á útvølli í kvøld.
Harvið heldur føroyska hondbóltsævintýrið fram, nú fyrsti landsdysturin av mongum hendan veturin er spældur. Bæði kvinnur og menn skulu til endaspøl, so tað er nógv at gleða seg til.
Føroyar vóru í kvøld á odda stóran part av dystinum. Jana Mittún og Súna Hansen koyrdu tað føroyska spælið væl, smoygdu sær gjøgnum, spældu Pernille Brandenburg á strikuni og veingirnar leysar. Einasta orsøkin til, at vit ikki skoraðu fleiri mál, vóru ov nógvir brendir møguleikar av øllum plássum.
Í verjuni vardi verjan við nýggja miðverjuparinum, Pernille Brandenburg og Lív Zachariassen sera væl, og Ísland mátti skjóta í nógvum trýstum støðum.
Føroyar vóru frammanfyri so at siga allan fyrra hálvleik, men beint fyri steðgin kom Ísland aftur í aftur, og 11-11 stóð á máltavluni, tá ið liðini fóru at hvíla seg.
Í seinna hálvleiki komu Føroyar sera væl frá byrjan. Nú var Maria Nólsey , sum bert var fáar minuttir á vøllinum í fyrra hálvleiki, við í álopinum, og hon átta avgerandi leiklut í, at Føroyar aftur komu fram um.
Ísland svaraði tó aftur, og var einaferð frammanfyri 17-18. Men so kom ein veruliga góð føroyska løtu og vit skoraðu fimm tey næstu málini í dystinum.
Í málið kom einans 18 ára gamla Gylta á Neystabø inn til sín fyrsta landsdyst nakrantíð og við fleiri góðum bjargingum hevði hon ein avgerandi leiklut, at Føroyar hildu seg framman fyri við tveimum trimum málum seinastu tíggju minuttirnar.
Tá ið tveir minuttir vóru eftir skoraði Rannvá Olsen til 24-22, og fleiri mál komu ikki í dystinum.
Føroysku kvinnurnar vunnu ein væl uppibornan sigur, sum fyrst og fremst var vunnin í verjupartinum. Álopsspælið var eisini gott, men vit brendu ov nógvar møguleikar, nakað sum framhaldandi vísir seg at vera ein trupulleiki hjá føroysku kvinnunum.
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at føroysku kvinnurnar vunnu á Íslandi og eisini fyrstu ferð, at tær vinna ein týðandi landsdyst á útivølli.
Leygardagin klokkan 19.00 spæla Føroyar móti Montenegro í høllini við Tjarnir.
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
EM-undandystur, kvinnuhondbóltur
Ísland – Føroyar 22-24 (10-10)
Ísland
- Elín Klara Þorkelsdóttir – 4 mál / 7 skot – 1 útvísing
- Katrín Anna Ásmundsdóttir – 4 / 5
- Katrin Tinna Jensdottir – 4 / 4
- Sandra Erlingsdottir – 3 / 3
- Élin Rosa Magnúsdóttir – 2 / 2
- Dana Björg Guðmundsdóttir – 2 / 6
- Andrea Jacobsen – 1 / 5
- Diana Dögg Magnusdottir – 1 / 4
- Elísa Elíasdóttir – 1 / 1
- Lovísa Thompson – 0 / 0 – 1 útvísing
- Thea Imani Sturludóttir – 0 / 3
- Alfa Brá Oddsdóttir Hagalín – 0 / 0
- Sonja Lind Sigsteinsdóttir – 0 / 0
- Rakel Oddny Gudmundsdottir – 0 / 0
Málverjar:
- Hafdís Renötudóttir – 15 bjargingar / 39 skot – 38.46%
- Sara Sif Helgadóttir – 0 / 0 – —
Føroyar
- Jana Mittún – 7 mál / 11 skot
- Pernille Brandenborg – 6 / 8 – 1 útvísing
- Súna Krossteig Hansen – 4 / 6 – 1 útvísing
- Rannvá Olsen – 2 / 4
- Liv Bentsdóttir Zachariasen – 1 / 1 – 2 útvísingar
- Maria Palsdottir Nólsoy – 1 / 3
- Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen – 1 / 3
- Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe – 1 / 3 – 1 útvísing
- Maria Halsdottir Weyhe – 1 / 1
- Elsa Egholm – 0 / 1
- Vár Bentsdóttir Zachariasen – 0 / 0
- Marita Mortensen – 0 / 2
- Bjarta Osberg Johansen – 0 / 0
- Karin Egholm – 0 / 1
Málverjar:
- Rakul Wardum – 6 bjargingar / 21 skot – 28.57%
- Gylta Djurhuus á Neystabø – 3 / 10 – 30.00%

