EB styrkir seg við fyrrverandi donskum landliðsleikara

Hondbóltskvinnurnar hjá EB fáa munandi styrk næsta kappingarár. Felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála avtalu við fyrrverandi danska landsliðsleikaran Mariu Fisker Stokholm, og tað má sigast at vera ein veruligur fongur hjá eiðiskvinnum.

35 ára gamla Maria, sum spælir á vinstra veingi, kemur úr Viborg HK, har hon var liðskipari og spældi saman við Janu Mittun.

Hon hevur havt eina yrkisleið á hægsta stigi, og hevur umframt Viborg, spælt fyri Randers HK og CSM Bucuresti. Hon hevur vunnið bæði heimlig meistaraheiti, steypakappingar, EHF Cup og tvær ferðir EHF Champions League.

Hon hevur spælt 100 dystir fyri danska landsliðið og skorað 250 mál, og vann HM‑bronsu í 2013.

Í EB fer Maria bæði at spæla og byrja sum venjari saman við Kristinn Guðmundssyni. Hon flytur til Føroya við manni og trimum børnum.