Celtic “snýtti” Hearts fyri skotska meistaraheitið

Fyri fyrstu ferð síðan 1985 hevði eitt annað felag enn Rangers ella Celtic møguleika at gerast skotskur meistar.

Men í avgerandi dystinum í dag millum Celtic og Hearts, vann Celtic dystin 3-1 og meistaraheitið.

Shankland skallaði Hearts fram um , men Arne Engels javnaði beinanvegin við brotssparki.

Tað var nokk hjá Hearts. Men fýra minuttir fyri tíð skoraði Maeda fyri Celtic, og í yvirtíðini staðfesti Osmand meistaraheitið, tá ið hann skoraði í tómt, eftir at málverjin hjá Hearts var farin fram við í royndini venda gongdini.

Fyribils venjarin hjá Celtic, legendan, MartinO’Neill hevði longu frammanundan vent kappingarárinum hjá Celtic, sum var seks stig aftanfyri, tá ið hann tók yvir, og endaði eitt stig frammanfyri Hearts.