Category: Hondbóltur

  • Neistakvinnur høvdu munin á VÍF

    Eftir ein sera spennandi enda, eydnaðist kvinnunum hjá Neistanum at vinna 27-26 móti VÍF í høllini á Hálsi í kvøld.

    Í fyrra hálvleiki var leingi talan um ein javnan dyst, men móti endanum av fyrra hálvleiki bjargaði málverjin hjá Neistanum, Yui Shibuya, fleiri leysum møguleikum, og tað var var høvuðsorsøkin til, at Neistin fór til hálvleiks framman fyri 14-11.

    Les meira
  • Stjørnan hevði munin móti EB

    Stjørnan hevði munin móti EB

    Stjørnan vann í SMS deildini hjá kvinnum ein spennandi 25-22 sigur á EB í KÍ-høllini í kvøld.

    EB var á odda 13-10 í hálvleikinum, men Stjørnan vendi gongdini í seinna hálvleiki.

    Ai Waagstein var toppskjútti hjá Stjørnuni við 6 málum, Jancy Jógvansdóttir Poulsen skoraði 5, og Joan Sørensen 4.

    Hjá EB vóru Sigrid Eidesgaard og Nadja Pejovic mest eyðsýndar við 6 mál hvør.

    Dysturin var javnur og spennandi, men Stjørnan hevði munin móti endanum og tryggjaði sær sigurin.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Kyndilskvinnur stórsigur á Skála

    Kyndil vann ein greiðan 37-12 sigur á StÍF í SMS-deildini í høllini á Skála í kvøld.

    Kyndil hevði fult tamarhald á dystinum frá byrjan til enda. Útiliðið legði seg á odda 5-0 og 11-1, og hálvleiksstøðan var 19-7.

    Bára Krossteig Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við 9 málum, Turid Arge Samuelsen skoraði 8, og Silja Geirsdóttir Eystberg 6.

    Hjá StÍF var Malene Madsen mest eyðsýnd við 4 málum.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Óli aftur á vøllinum í sigri í Champions League

    Óli aftur á vøllinum í sigri í Champions League

    Óli Mittún, sum gjørdist skaddur í dysti mót Aalborg herfyri, var aftur á vøllinum í kvøld, tá ið GOG í Champions League vann 31-28 á útivølli móti RK Eurofarm Pelister úr Norðurmakedonia.

    Óli byrjaði ikki á vøllinum, og GOG var aftanfyri meginpartin av fyrr hálvleiki.

    Tað eydnaðist kortini hjá GOG at koma upp á javnt 14-14 í stegðinum, og í seinna hálvleiki dróg danska liðið beinanvegin frá og helt seg framman fyri allan dystin.

    Óli skoraði fýra mál, øll í seinna hálvleiki.

  • Hákun skoraði 100 prosent móti Aalborg

    Hákun skoraði 100 prosent móti Aalborg

    Meðan kappingarárið í Champions League er byrjað heldur trilvandi, so gongurbetri hjá Füchse Berlin og Hákuni West av Teigum í Champions League.

    Í kvøld vunnu teir 31-28 móti danska stórfelagnum Aaborg Håndbold í Berlin.

    Týsku meistararnir førdu meginpartin av dystinum, og einaferð vóru sjey mál á muni. Aaborg minkaði nakað um munin móti endanum. Hákun skoraði seinasta málið í dystinum og avgjørdi endaliga dystin, tá ið ein minuttir var eftir.

    Hákun West av Teigum skoraði upp á øll fýra skotini av høgra veingi.

    Füchse Berlin hevur vunnið báðar dystirnar í Champions League bólki A.

  • Elias í heimsflokki skoraði 14 mál

    Elias í heimsflokki skoraði 14 mál

    Elias á Skipagøtu var heilt stóri maðurin hjá THW Kiel, tá ið teir vunnu 40-34 móti TSV Hannover-Burgdorf við Vilhelm Poulsen á liðnum.

    Elias stórspældi frá byrjan í dystinum, sum leingi var sera javnur. Í hálvleikininum var 19-19, og tað var ikki fyrr enn seinastu tíggju mintuttirnar, at dysturin var avgjørdur, og hesa løtuna skoraði Elias fleiri mál av høgra bakki. 14 mál hevði hoyvíkingurin skorað, tá ið dysturin var av. “Weltklasse” segði týski frásøgumaðurin.

    Elias hevur veruliga fóta sær í bestu týskudeildini hetta kappingarárið, og er nummar trý á toppskjúttaralistanum við 36 málum

    Kiel hevur vunnið fýra teir fyrstu dystirnar í Bundesliguni, og eru fremstir í deildini saman við Magdeburg og Flensburg við 8 stigum.

  • Vilhelm og Elias móti hvør øðrum í kvøld kl. 18.00

    Vilhelm og Elias móti hvør øðrum í kvøld kl. 18.00

    Í kvøld klokkan 18.00 spæla landsliðsleikararnir Vilhelm Poulsen og Elias á Skipagøtu móti hvørjum øðrum í týsku Bundesliguni.

    Dysturin verður vístur á Viaplay.

  • Hákun móti Aalborg í Champions League á DR2 klokkan 17.45 í dag

    Hákun móti Aalborg í Champions League á DR2 klokkan 17.45 í dag

    Füchse Berlin og Hákun West av Teigum spæla í kvøld klokkan 17.45 móti danska stórfelagnum Aalborg í Champions League. Bæði liðini vunnu fyrsta dystin bólki A.

    Dysturin verður vístur á donsku rásini DR2

  • GOG uttan Óla tapti í Champions League

    GOG uttan Óla tapti í Champions League

    GOG uttan Óla Mittún tapti í kvøld 31-36 móti ungarska Pick Szeged í Champions League.

    Fleiri av føstu spælarunum vóru skaddir, og tað gjørdi uppgávuna trupla á heimavølli í Svendborg.

    Dysturin byrjaði javnt, men Szeged var allan tíðina á odda. GOG royndi at sníkja seg inn aftur við 7 móti 6 spæli. Teir nærkaðust móti endanum, men misbrúkti góðar møguleikar.

    GOG hevur nú tapt tveir teir fyrstu dystirnar í Champions League.

  • Stutt kliptar negl og aðrar broytingar í hondbóltsreglunum

    Stutt kliptar negl og aðrar broytingar í hondbóltsreglunum

    Nakrar broytingar í altjóða hondbóltsreglunum komu í gildi 1. juli. Endamálið við broytingunum er at gera spælið meira flótandi og tryggja rættvísari revsingar.

    Ein av teimum stuttligu broytingum er, at tað stendur í klombrum, at negl skulu vera stutt kliptar.

    Frá nú av kunnu lið hava upp til 16 leikarar og 5 hjálparfólk. Hetta skal gera tað lættari at laga manningina til einstøku dystirnar. Hetta er galdandi er fyri hondbólt á øllum aldursstigum.

    Ein onnur týðandi broyting er, at skot í høvdið á málverjanum undir straffikasti ikki føra til útvísing av sær sjálvum. Í staðin verða givnir tveir minuttir útvísing. Hetta skal minka um harðar revsingar fyri brot av óvart, uttan at tryggleikin verður settur til síðis.

    Ein av mest týðandi broytingunum er nýggja tulkingin av regluni um null fet. Fram til nú hevur ein leikari verið mettur at hava tikið fyrsta fetið, tá hann steðgar at dribla og setti fótin í gólvið. Nú verður hann í staðin mettur at vera tikið null fet, tá ið hann tekur bóltin upp í hondina. Hetta skal gera spælið meira flótandi.

    Venjaraøkið er í nýggja reglunum greitt lýst, at vera frá 3,5 metrum frá miðlinjuni til 8 metrar frá mállinjuni.

    Í brotskastskapping er ikki longur krav um at kasta øll fimm kastini, um úrslitið longu er avgjørt. Hetta samsvarar við reglur í øðrum ítróttargreinum.

    Málverjar sleppa nú at fara út úr málteiginum við bóltinum, hóast teir ikki hava fulla kontrol. Tað verður upp til dómaran at meta um støðuna.

    Broytingar í reglunum vóru royndar U21-HM í Póllandi, har Føroyar vóru við.

  • Hondbóltskvinnurnar vandu í Vestmanna í dag

    Hondbóltssambandið hevur lagt myndir á Facebook.

  • Atgongumerki til EM-undankapping til sølu fríggjadagin

    Atgongumerki til EM-undankapping til sølu fríggjadagin

    Fríggjadagin 19. septembur klokkan 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Montenegro til sølu.

    Dysturin verður spældur leygardagin 18. oktobur klokkan 19.00 við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo..

    Sitipláss eru talmerkt, meðan standipláss eru kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, um tey sita hjá einum vaksnum.

    Í mesta lagi ber til at keypa 6 atgongumerki. Sitipláss kostar 200 krónur, standipláss 150 krónur. Avgreiðslugjald kemur afturat.

    Føroyar byrja undankappingina á útivølli móti Íslandi mikudagin 15. oktobur. Heimadysturin móti Montenegro verður leygardagin 18. oktobur. Fjórða liðið í bólkinum er Portugal, og verða dystirnir móti teimum í mars

  • Óli skjótt á vøllinum aftur

    Óli skjótt á vøllinum aftur

    Skaðin, sum Óli Mittún fekk í dystinum móti Aalborg í vikuskiftinum er ikki so álvarsamur. Tað skrivar Kringvarpið.

    Óli Mittún mátti av vølli eftir eina harða takkling seint í fyrra hálvleiki og meiddi sær økslina.

    Hann kom ikki aftur á vøllin til seinna hálvleik, og eftir dystin segði hann, at hann ikki hevði roynt álvarsligan skaða fyrr og tí var eitt sindur stúrin.

    Nú er staðfest, at talan er um eina lítla fipurspreinging undir økslini. Óli kann væntast aftur á vøllin um eina til tríggjar vikur.

  • Havnarfeløgini góða byrjan í Burndeildini

    Havnarfeløgini góða byrjan í Burndeildini

    Tveir dystir vórðu leiktir í Burn Mansdeildini í dag.

    Í Klaksvík vann Neistin greitt 30-22 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru neistamenn á odda 15-10.

    Tað gekk javnt á fyrst partin av dystinum, men seinastu løtuna fyri steðgin dróg Neistin frá, og spenningur kom ikki í dystin aftur

    Jens Pauli Poulsen gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum. Gilli Reginsson skoraði fimm mál fyri Neistan.

    Í Havn vunnu føroyameistararnir Kyndil stórsigur 34-23 á VÍF. Í steðginum var støðan 17-13 til Kyndil.

    Spenningurin helt sær meginpartin av fyrra hálvleiki. So fór Kyndil frá, og vann stórsigur.

    Ovi Lützen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Filip Jojic skoraði somuleiðis sjey mál fyri VÍF.

    Í gjár vann H71 32-27 á StÍF á Skála.

  • Hákun og Füchse taptu dystin beinanvegin

    Hákun og Füchse taptu dystin beinanvegin

    Týsku meistararnir Füchse Berlin við Hákun West av Teigum eru ikki ordiliga komnir í gongd higartil hetta kappingarárið, og í dag taptu teir 34-29 úti móti VfL Gummersbach.

    Heimaliðið kom fram um 8-2, og Füchse kláraði ongantíð at fáa spenning í dystin.

    Hákun skoraði upp á allar tríggjar skotroyndirnar.

    Füchse hevur bara vunnið tveir av fýra teimum fyrstu dystunum, og tá ið Bundesligan er ein vanliga kapping, uttan finalur og annað, so telur hvørt einasta tapt stig.

  • Tveir hondbóltsdystir í Burndeildini í dag

    Tveir hondbóltsdystir í Burndeildini í dag

    Tveir hondbóltsdystir í Burndeildini við monnum verða spældir í dag.

    Klokkan fýra spæla Team Klaksvík og Neistin í Klaksvík, og klokkan seks er gamli klassikarin millum føroyameistaran, Kyndil, og VÍF í høllini á Hálsi.

    Í gjár vann H71 móti StÍF á Skála.


    Sunnudagur 14. septembur

    • 16:00  Team Klaksvík – Neistin
    • 18:00  Kyndil – VÍF

  • Elias var stóri leikarin í Kiel-sigri

    Elias var stóri leikarin í Kiel-sigri

    Elias á Skipagøtu var heilt stóri spælarin, tá ið Kiel í kvøld vann 28-26 móti Hamburg í týsku Bundesliguni.

    Serliga í fyrra hálvleiki skaraði Elias framúr og skoraði 8 mál. Hálvleikstøðan var 16-14 til Kiel

    Í seinna hálvleiki hevði Hamburg nógv betri tak á Elias og Kiel, og tá ið sjey minuttir vóru eftir førdi Hamburg 25-23.

    Seinastu fýra málini í dystinum skoraði Kiel, sum sostatt hevur vunnið allar tríggjar dystirnar í Bundesliguni higartil.

    Elias endaði við at skora 11 mál, og harafturat fekk hann tvær útvísingar.

    Bóltsnildi hoyvíkingurin hevur veruliga fóta sær í Kiel higartil hetta kappingarárið og hevur skotið 23 mál í trimum dystum í Bundesliguni.

    Síggj meira á Daikin HBl
  • Kyndil, Neistin og EB vunnu

    Kyndil, Neistin og EB vunnu

    Kvinnuliðini hjá Kyndli, Neistanum og EB vunnu sín fyrst dyst í landskappingini.


    VÍF fylgdi við Kyndli og var framman fyri eina løtu í fyrra hálvleiki, men so fór Kyndil frá, og vann dystin 37-29.

    Dómaraseðilin á hsf.fo


    Hitt havnarfelagið Neistin hevði als ongar trupulleikar í Klaksvík móti Stjørnuni og vann heili 32-12. Neistin kom fram um 6-0, og so var eingin vegur aftur.

    Dómaraseðilin á hsf.fo


    Á Eiði var EB frammanfyri allan dystin móti VB. Einaferð var munurin átta mál, men VB stríddi seg heilt niður á 22-20, tá ið fimm minuttir vóru eftir. EB vann til endans 26-22

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Óli Mittún  skaddi økslina – GOG tapti nógv móti Aalborg

    Óli Mittún skaddi økslina – GOG tapti nógv móti Aalborg

    Óli Mittún fekk ein skaða í økslina í eini takkling beint fyri hálvleik, tá ið hann og GOG í bestu donsku deildini taptu 40-29 mótu stórliðnum Aalborg.

    Fyrrverandi liðfelagin hjá Óla í Sävehof, Felix Möller, fekk beinleiðis reytt kort fyri takklingina.

    Óli spældi eini tvey álop eftir takklingina, men kom ikki á vøllin aftur í seinna hálvleiki.

    Eftir dystin tosaði TV2 við Óla Mittún, sum ikki ordiliga visti, hvussu álvarsamur skaðin í økslini var.

    GOG var væl við eina løtu í fyrra hálvleiki. Men Aalborg vóru ov sterkir, og førdu í hálvleikinum 20-15.

    Í seinna hálvleiki megnaði GOG uttan Óla Mittún ikki at koma aftur í aftur, og taptu til endans 40-29.

  • H71-kvinnur vunnu ársins fyrsta hondbóltsdyst

    H71-kvinnur vunnu ársins fyrsta hondbóltsdyst

    Føroyameistararnir úr H71 høvdu ikki stórvegis trupulleikar at vinna móti StÍF í fyrsta dystinum í landskappingini í kvinnuhondbólti í høllini á Skála í dag.

    Leikarar, sum Elsa Egholm Brynhild Pálsdóttir og Rúna Larsen eru ikki við H71 í ár. Men H71 hevur sum altíð nógvar yngri leikarar at seta við, og soleiðis er aftur í ár.

    Hjá StÍF er eisini broytingar, og serliga er saknur í Josefine Dyring, ið var berandi leikarin á liðnum seinasta kappingarár.

    H71 kom beinanvegin fram um, og førdi 17-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki bara vaks munurin, og endin varð, at H71 vann 37-20.

    Fyri StíF skoraði Malene Madsen 5 mál, og hjá H71 vóru Rakul Christiansen og Elida Joensen toppskjúttar við 7 málum hvør.

    Dómaraseðilin sæst á hsf.fo

  • Hondbólturin fer í gongd um vikuskiftið

    Hondbólturin fer í gongd um vikuskiftið

    Landskappingarnar í bestu hondbóltsdeildunum byrja um vikuskiftið.

    Burn menn – Grundspæl

    Leygardagur 13. septembur

    • 16:00  StÍF – H71

    Sunnudagur 14. septembur

    • 16:00  Team Klaksvík – Neistin
    • 18:00  Kyndil – VÍF

    SMS kvinnur – Grundspæl

    Leygardagur 13. septembur

    • 14:00  StÍF – H71
    • 15:00  EB – VB
    • 18:00  Stjørnan – Neistin
    • 18:00  Kyndil – VÍF

    SMS-deildin kvinnur
    Burndeildin menn

  • Hákun og Óli hægsta met – Hvør sítt 10-tal

    Hákun og Óli hægsta met – Hvør sítt 10-tal

    Stóri danski hondbóltsmiðilin Hbold gevur bæði Hákuni West av Teigum og Óla Mittún eitt 10-tal fyri teirra avrik í dystum í Champions League í gjárvkvøldi. 10-talið er besta metið á skalanum frá 1 til 10.

    Karakterbog: Nantes – Füchse Berlin

    Karakterbog: Barcelona – GOG

    Her er eisini eitt filmsbrot við teimum seks málunum, sum Hákun West av Teigum skoraði móti Nantes:

  • Barcelona avgjørdi í fyrra hálvleiki

    Barcelona avgjørdi í fyrra hálvleiki

    Barcelona vóru ov sterkir fyri GOG og Óla Mittún í fyrsta dystinum nakrantíð í Champions League hjá føroyska stjørnuskotinum.

    Í fyrra hálvleiki fekk GOG ikki eitt bein til jørðina á útivølli, og longu eftir fýra minuttir var støðan 5-0 til heimaliðið. Í hálvleikinum var 25-14.

    Í seinna hálvleiki gekst betri hjá GOG. Barcelona spældi nógv við eykamonnunum., og hjá GOG var Óli eisini á beinkinum eina løtu.

    Einaferð kom munurin niður á fimm mál. Endin var Barcelona vann 37-32.

    Óli skoraði fimm mál.

  • Hákun týðandi leiklut í sigri í Champions League

    Hákun týðandi leiklut í sigri í Champions League

    Hákun West av Teigum skoraði seks mál, tá ið Füchse Berlin vann móti franska liðnum Nantes á útivølli í Champions League.

    Füchse vann 40-34 eftir at Nantes førdi 17-16 í steðginum.

    Hákun skoraði upp á seks av sjey skotum. Tvey komu eftir skjótálop.

    Sum ikki einaferð var Mattias Gidsel toppskjútti hjá Füchse við tíggju málum.

  • Óli og GOG móti Barcelona í Televarpinum hóskvøldið

    Óli og GOG móti Barcelona í Televarpinum hóskvøldið

    Hóskvøldið spældir Óli Mittún sín fyrsta dyst í Champions League fyri GOG.

    Mótstøðuliðið er einki minni spanska stórfelagið Barcelona.

    Dysturin verður vístur á TV3 Max, sum sæst á Televarpinum.

    Les meira