Bukaðu Ísland í einum tí besta landsdystinum nakrantíð

EM-undanbólkur 4, kvinnur – við Tjarnir
Føroyar – Ísland 35-30 (18-16)

Føroysku hondbóltskvinnurnar spældu ein frálíkan landsdyst móti Íslandi í høllini við Tjarnir í gjárkvøldi, kanska tann besta landsdystin nakrantíð.

Føroyar vunnu at enda 35-30, og kvinnurnar eru so gott sum vísar í at koma til EM-endaspælið í desembur, eftir ein dyst har álopið fleyt, verjan mentist við dystinum, og málmansspælið hjá Anniku Fríðheim Petersen gjørdist ein avgerandi lutur.

Føroyar byrjaðu betri og komu beinanvegin til góðar møguleikar. Álopsspælið var skjótt og væl skipað, og skjótálopini vóru ein støðug hóttan.

Jana Mittún og Pernille Brandenborg settu tónan við nógvari ferð og góðum avgerðum, meðan íslendska verjan hevði ilt við at fylgja við.

Okkara verja hevði trupulleikar fyrst í dystinum, men tá Annika Fríðheim Petersen kom inn í málið, styrknaði verjan. Hon hevði fleiri stórar bjargingar og lyfti verjuna, sum seinasta korterið av fyrra hálvleiki stóð munandi betri. Føroyar høvdu beint fyri hálvleik møguleika at fara trý mál framum, men mistu bóltin, og so skoraði Ísland. Tó megnaði Pernille at økja til 18-16 í síðstu løtu fyri steðgin.

Seinni hálvleikur gjørdist ein sonn hondbóltsframsýning. Jana og Pernille hildu fram spæli á hægsta stigi, og so við og við spældi alt liðið frálíkt. Annika helt fram at bjarga og hevði einu løtuna bjarga 53% av skotunum.

Veingirnir hava ofta brent nógv, men so var ikki í gjár. Rannvá Olsen spældi ein sín besta landsdyst higartil við seks málum av vinstra veingi. Tá ið hon økti til 24-19 sá veruliga gott út, og rómurin var øgiligur á áskoðaraplássunum. Eisini Brynhild Pálsdóttir skoraði trygt tvær ferðir av høgra veingi..

Føroyar komu fram um 31-23, og eykaleikarar komu inn seinastu løtuna. Tað kann millum annað nevnast, at Natasja Hammer tók sín møguleika og skoraði tvær ferðir.

Føroyar vunna at enda 35-30 í einum frálíkum landsdysti, har tað mesta riggaði.

Føroyar eru nú so at siga komnar til EM-endaspælið, sum verður leikt í Kekkia, Póllandi, Rumenia, Slovakia og Turkalandi í desembur í ár.


Føroyar – Ísland 35-30 (18-16)

  • Pernille Brandenborg: 12/12 (100%)
  • Jana Mittún: 7/10 (70%)
  • Rannvá Olsen: 5/6 (83,3%)
  • Maria P. Nólsoy: 4/8 (50%)
  • Súna Krossteig Hansen: 3/5 (60%)
  • Brynhild Pálsdóttir: 2/2 (100%)
  • Natasja Hammer: 2/4 (50%)
  • Marita Mortensen 0/2
  • Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 0/1
  • Elsa Egholm
  • Vár Bentsdóttir Zachariasen
  • Bjarta Osberg Johansen
  • Lív Bentsdottir Zachariasen
  • Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe

Málverjar

  • Annika Fríðheim Petersen: 10 bjargingar av 28 (35,7%)
  • Rakul Wardum: 2 bjargingar av 14 (14,3%)

Seinasta løta, tá ið føroysku hondvbóltskvinnurnar vunnu 35-30 á Íslandi í høllini við Tjarnir.