Landsliðsleikararnir, Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi, hava nú vunnið íslendska meistaraheitið við Vali eftir eina dramatiska fimtu finalu móti FH.
Valur var omaná so at siga allan dystin og vann 27‑26 á FH.
Bjarni í Selvindi skoraði fýra ferðir og Allan tvær ferðir. Allan spældi allar 60 minuttirnar í verjuni. FH hevði 23 sekund at javna móti endanum av dystinum, men verjan hjá Vali helt tætt.
Hetta er fyrsta meistaraheitið hjá teimum báðum í Íslandi.
Í næstu viku skulu teir við landsliðnum spæla avgerandi HM-undandystir móti Bosnia-Hersigovina.
