B68 loypti hvøkk á KÍ, sum kann gerast meistari næsta umfar

Nakrar minuttir fyri tíð javanði Daniel Johansen til 3-3, tá ið KÍ vitjaði B68 á Svangaskarði í gjár. Harvið tryggjaði hann oddaliðnum eitt stig, sum ger, at teir kunnu tryggja sær meistaraheitið, um teir vinna móti 07 Vestur í Sørvági næsta leygardag.

Tað sá annars stóran part av dystinum út til, at B68 fór at gerast fyrsta liðið at vinna móti KÍ hetta kappingarárið.

Jóhan Josephsen legði B68 á odda longu í triðja minutti. Tíggju minuttir seinni økti Marjus Nón til 2-0 við frísparki, eftir at Gaston Nicolas Tellechea hjá KÍ fekk reytt kort.

Beint eftir hálvleik fekk Fríði Petersen hjá B68 beinleiðis reytt kort, og nakrar minuttir seinni høvdu Hallur Hansson og Filip Brattbakk minka um munin og javna til 2-2.

Jóhan Josephsen legði B68 á odda aftur, tá ið 20 minuttir vóru eftir. Men, sum nevnt, átti Daniel Johansen seinasta orðið í dystinum.

B68 kappast við EB/Streym um sætta plássið. Bæði liðini hava 24 stig.

Dysturin á fsf.fo