
Meistaradeildin menn
B36 – KÍ 1-1 (1-0)
Annað vikuskiftið á rað er nýtt oddalið í Meistaradeildini. B36, sum tók oddasessin frá NSÍ seinasta umfar, spældi í kvøld javnt 1-1 móti føroyameistarunum úr KÍ, og harvið er NSÍ aftur fremst eftir sigurin á HB í gjárkvøldið.
KÍ byrjaði dysti móti B36 í Gundadali nógv betri, og hevði eisini góðar møguleikar at leggja seg á odda.
Men trýstið hjá KÍ hæsaði av, og B36 kom nógv betri við í dystin. So mikið væl, at tá ið 37 minuttir vóru spældir, tók Bartal Páll Klein eitt gott trekk høgrumegin málið inni í brotsteiginum framvið verjuni hjá KÍ, og hamraði bóltin inn við nærmastu stong við hartskjótandi vinstra beininum.
Beint fyri hálvleik mátti kanska mest týðandi leikarin hjá B36, miðverjin Heini Vatnsdal, av vøllinum við einum skaða. Tað tyktist ikki at ávirka B36 tað stóra í dag, men um Heini verður úti leingi, so ger tað heilt víst, at B36 viknar nakað.
Eftir málið var tað sjálvandi KÍ, sum tók yvir. Men tað er ikki ordiliga sama bit í KÍ sum undanfarnu mongu árini. Heilt frammi sær Páll Klettskarð ikki heilt so hvassur út, sum hann plagar at vera, og á høgra bakki spældi Jóannes Kalsø Danielsen , so tamt, sum undirritaði nakrantíð hevur sæð hann. Sjálvt sparkið hjá Árni Frederiksberg var í kvøld ikki líka neyvt og hart, sum tá ið hann er upp á tað besta.
Tí kom KÍ ikki til nógvar møguleikar fyrsta korterið í seinna hálvleiki, hóast teir høvdu bóltin alla tíðina. Verjuparturin hjá B36 var væl skipaður og í málinum spældi Silas Eyðsteinsson aftur í dag ein góða dyst.
Hjá B36 var tað tí harmiligt, tá ið Páll Klettskarð var feldur inni í brotsteiginum og dómarin peikaði á brotssparksblettin. Árni Frederiksberg sendi bóltin hart eftir jørð heilt úti við stongina høgrum megin, og tað var eisini neyðugt, tí Silas fekk fingrarnar á bóltin, sum kortini fór í málið.
B36 spældi avgjørt ein leiklut restina av dystinum. Móti endanum hevði KÍ tó teir størru møguleikarnar at avgera dystin, men innskiftu Jonn Johannesen og Erling Hustad tóku ikki av.
Annað vikuskiftið á rað var B36 leikliga við undirlutan, men fekk kortini eitt úrslti. Hesaferð rakk tað ikki til sigurs, men eitt stig móti sterka liðnum hjá KÍ er helst góðtikið í B36-húsinum.
Dysturin í dag vísti, at KÍ higartil í ár ikki er líka sterkt sum undanfarin ár. Leikarar sum Rene Shaki Joensen og Hallur Hansson eru skaddir, og so er tann stóri spurningurin, um bulurin á liðnum langt um leingi er um at gerast ov gamal. Tað hevur verið spátt kundi henda í eini tvey ár, og møguliga hendir tað nú.
Kappingini er í hvussu er áhugaverd í ár. Í løtuni eru tað NSÍ, B36 og KÍ, sum kappast um meistaraheitið, og nógv skal henda, um onnur lið skulu blanda seg.

