Eftir at KÍ heilt óvænta misti tvey stig móti EB/Streymi í gjárkvøldið, gagnnýttu bæði B36 og NSÍ møguleikan, og vunnu sær trý stig í dag.
Í Runavík gav óvæntaða oddaliðið AB heimaliðnum NSÍ harða mótstøðu, og NSÍ var heppið at vinna dystin, tá ið Petur Knudsen í yvirtíðini høgdu bóltin í málið.
AB var minst líka gott í fyrra hálvleiki, og tá ið Daniel Obbekjær hevði skallað NSÍ fram um eftir hornaspark, gingu bert fáir minuttir, so javnaði AB, tá ið Klæmint Olsen var óheppin at skalla bóltin í egið mál. AB hevði betru møguleikarnar í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki hevði NSÍ vindin í ryggin og sat á øllum spælinum. Men AB bardist manniliga móti.
AB hevði eisini onkran stóran møguleika, men í yvirtíðini var tað so Petur Knudsen, sum bjargaði NSÍ dagin.
B36 hátíðarhelt hundrað ára føðingardagin við at hølva B68 av. Norðmaðurin, Torgeir Børven, skoraði tvær ferðir beint fyri steðgin, og Dávid B. Andreasen økti beinanvegin í seinna hálvleiki. Tobias Hansen, Bogi Reinert Petersen og Boubacar Dabo staðfestu 6-0 sigurin.
Í Vágum vann 07 Vestur síni fyrstu stig við eitt máls sigri á Skála, sum framvegis ikki er komið á stigatalvuna. Lucas Gardar skoraði einasta málið í dystinum tíðliga í seinna hálvleiki.
Mánakvøldið spæla Víkingur og HB seinasta dystin í hesum umfarinum í Gøtu. HB hevur tá møguleikan at leggja seg fremst í bestu deildini.

