B36 dugir at vinna

Meistardeildin menn
B36 – 07 Vestur 1-0 (1-0)

B36 vísti seg sum eitt veruligt topplið í Gundadali í dag, tá ið 07 Vestur var á vitjan.

Allan fyrra hálvleik vóru vágamenn minst líka góðir sum B36, og gestirnir høvdu eisini nógv teir størstu málmøguleikarnar.

Í einum føri høvdu teir tríggjar góðar møguleikar í einum. Men fyrst bjargaði Silas Eyðsteinsson, so bjargaði Símun Sólheim á strikuni, og seinasti møguleikin varð skotin upp um. Eisini hevði 07 Vestur ein púra leysan skallara, men inn fór bólturin ikki.

Og so beint fyri hálvleik legði Boubacar Dabo hjá B36 innfyri úr vinstru síðu, og har kom Tobias Hansen og skallaði bóltin í málið.

Tobias tók harvið av møguleikanum, nú hann byrjaði inni. Umframt at skora arbeiddi hann sera hart allan dystin og vann við síni høgu hædd nógvar luftbóltar. Eisini hevði hann onkra aðra góða atsókn.

Í seinna hálvleiki hevði B36 nógv meira tamarhald á støðuni. Teir høvdu eisini bóltin í málinum eftir frísparksinnlegg, men av onkrari løgnari orsøk, so skuldi frísparkið takast umaftir. Á endurtøkunum hjá Televarpinum var torført at síggja hví.

07 Vestur royndi at koma longri fram seinasta korterið, men teir skaptu ongan møguleika í seinna hálvleiki, og samanumtikið var tað í lagi, at B36 vann dystin.

Við sigrinum vísir B36 veruliga, at teir meina tað í álvara, at teir vilja vera við í FM-stríðnum, eisini hóast lyklaleikarar sum Heini Vatnsdal og Jógvan Gullfoss eru skaddir.

Dysturin á dystir.fo


Hini oddaliðini vunnu eisini í dag. NSÍ vann 1-0 móti EB/Streymi á útivølli. Petur Knudsen skoraði við høvdinum. KÍ vann 2-1 móti AB, sum setti spenning í dystin móti endanum. Í Gøtu setti Skála eisini spenning í dystin, tá ið teir minkaði til 2-1, men eisini Víkingur helt stand. Harvið vunnu allir favorittarnir í dag.

Dysturin millum B68 og HB var avlýstur av ov nógvum vindi á Svangaskarði. Hann verður spældur í morgin klokkan 18.30.

Stigatalvan á dystir.fo