Enska felagið Aston Villa vann í kvøld finaluna í Europa League 3-0 móti týsku Freiburg.
Aston Villa var greitt betri frá byrjan, og stutt fyri hálvleik legði Youri Tielemans Aston Villa fram um. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki økti Emiliano Buendía við einum frálíkum skoti.
Freiburg royndi at koma inn í dystin aftur, men Aston Villa hevði tamarhald á dystinum, og tá ið Morgan Rogers prikaði ein bólt inn við nærmastu stong, var als eingin ivi.
Enski krúnprinsurin William og hini viðhaldsfólkini hjá Aston Villa kundu við dystarlok frøast um annað frálíka úrslitið í hesi vikuni. Fríggjakvøldið vunnu teir 4-2 á Liverpool og tryggjaðu sær pláss í Champions League næsta kappingarár.
Hetta er fyrsta evropeiska finalan og fyrsta steypið hjá Aston Villa síðan 1982. Tá vunnu teir Europa Cup fyri meistarar, ella Champions League, sum tað eitur í dag.
Hetta var fimtu ferð, at venjarin hjá Aston Villa, Unai Emery, vinnur Europa League. Hann hevur áður vunnið tríggjar ferðir við Sevilla og eina ferð við Villareal.
Hjartaliga til lukku øll føroysk viðhaldsfólk hjá Aston Villa.

