Árni skaraði burturúr í besta landsdystinum nakrantíð

HM-undandystur, bólkur L, á Tórsvølli kl. 19.45
Føroyar – Montenegro 4-0 (2-0)

Føroyar vunnu í kvøld tann størsta sigurin nakrantíð, tá ið Montenegro varð sent av landinum aftur við einum 4-0 ósigri.

Fyrri hálvleikur var leikliga rímiliga javnur fyrstu løtuna. Men Føroyar vóru vandamiklari, og tá ið eitt korter var spælt legði Hanus Sørensen Føroyar fram um.

Tíggju minuttir fyri hálvleik øktu Føroyar, tá ið Árni Frederiksberg sendi eitt fríspark innfyri, og bólturin endaði í málinum umvegis ein montenegra ella Meinhard Olsen.

Í seinna hálvleiki høvdu Føroyar fullkomiliga stýr á dystinum, og tað vóru ikki meira tíggju spældir, tá ið Árni Frederiksberg legði upp til sítt tríðja mál, tá ið Hanus Sørensen skallaði eitt frálíkt innlegg í málið.

Árni Frederiksberg setti sjálvur krúnina á verkið, tá ið hann miðskeiðis í seinna hálvleiki sendi eitt brotsspark í málið.

Dysturin og filmssamandráttur á heimasíðuni hjá UEFA


Teir 2000 áskoðararnir, sum vóru á Tórsvølli hóast vind og regn, gjørdust vitni til eitt tað besta leikaliga avrikið og besta úrslitið hjá føroyska landsliðnum nakrantíð.

Sjáldan hevur spælið flotið so væl sum í kvøld, og sjáldan , um ikki ongantíð, hevur føroyska verjan havt so lítið at gera. Okkara verjuleikarar vóru enntá ikki móðir eftir dystin.

Frá tí, at vit høvdu ein svenska landsliðsvenjari, sum í farvælbrævið, segði, at føroyingar ikki mugu halda, at vit kunnu vinna, so er alt endavent, og høvuðspersónurin og dagsins maður, Árni Frederiksberg, sum Hákan leingi ikki vildi taka út, átti í kvøld stóran part í øllum fýra málunum.

Dysturin byrjaði væl. Spælið gekk eitt sindur aftur og fram, og kanska vóru Føroyar heldur betri og høvdu vandamiklari álop.

Tað hava vit sæð ofta fyrr, og onkursvegna eru vit altíð bangin fyri, at mótstøðulandi kortini fer at skora, tí tað hava vit sæð alt ov ofta. Tí hóast nógv góð avrik gjøgnum tíðirnar, so hava úrslitini ov sjáldan fylgt við.

Men nú tykist alt endavent, og tá ið Hanus Sørensen hevði lagt okkum fram um, eftir hava lagt bóltin frá Árna Frederiksberg væl til rættis til sín sjálvan, ja, so væntaðu vit eitt ordiligt trýst frá Montenegro.

Tað trýstið kom tó ongantíð, og føroyska spælið gjørdist alsamt betri, sum fyrri hálvleikur leið.

Umframt Árna, sum fær alt at rigga, so var eisini eint fragd at síggja tveir teir yngstu leikararnar á liðnum, Martin Agnarsson og Hanus Sørensen, sum við bóltførleika og ferð bjóðaðu av í høgru síðu.

Tað er væl ikki og nógv at siga, at Føroyar hava havt sera fáar leikarar bæði við bóltførleika og ferð, síðan Todi Jónsson var okkara stjørna fyri nógvum árum síðan. Og so geva hesir ungu menninir heldur gamla føroyska liðnum nakað av ungdómligum frekleika, sum vit leingi hava saknað.

Eftir ein so góðan dyst skulu kortini allir leikarar hava rós. Eftir nakrar fáar skeivar sendingar frá Jákup Andreasen og eina kiksaða takkling frá Martin Agnarsson, sum kundi havt kostað, so reistist alt lið og spældi ein feilfrían dyst.

Við 2-0 málið vísti Árni Frederiksberg, hvat hansara vinstra bein dugir, og harða inneftir skrúvaða frísparksinnleggið endaði í málinum. Umvegis høvdið hjá Meinhardi Olsen ella var tað sjálvmál.


2-0 er sum kunnugt ein tiltikin vandamikil leiðsla í fótbólti, og sjálvandi væntaðu øll, at nýggi venjarin hjá Montenegro, Mirko Vucinić, hevði givið sínum monnum ein ordans verbalan umgang í steðginum, og at teir komu aftur á vøllin sum eitt ódnarveður.

Men soleiðis var ikki. Tað gingu fleiri minuttir, áðrenn teir í heila tikið komu fram um miðjuna, og Føroyar hava ongantíð spælt ein so góðan hálvleik sum seinna hálvleik í kvøld. Og fara vit aftur til nýggja venjaran hjá hjá Montenegro, so man stóri spurningurin vera, um hann fær fleiri dystir.

Alt riggaði, og longu tíggju minuttir eftir steðgin punkteraðu vit dystin. Aftur var tað vinstri fótur hjá Árna, sum hamraði eitt innlegg úr høgru síðu, og púra leysur gjørdi Hanus Sørensen nakað so sjáldsamt sum at skalla bóltin í málið. Tá ið tað riggar, so riggar alt, og nú skyldar Hanus ikki nakað á mál á landsliðnum longur, eftir tveir stórar avbrennarar móti Kroatia.

Gestirnir fullu nú í fátt, og Føroyar spældu bóltin runt á vøllinum. Fleiri innlegg vóru vandamikil, og sjálvsálitið fekk eisini fleiri leikarar at royna seg við góðum langskotsroyndum.

Innskiftingarnar broyttu einki. Jóan Símun Edmundsson, Geza Turi, Adrian Justeinussen og Petur Knudsen komu á vøllin fyri Meinhard Olsen, Brand Olsen, Hanus Sørensen og Árna Frederiksberg og seinnu komu Jann Julin Benjaminsen inn fyri Jóannes Danielsen.

Áðrenn Árni takkaði fyri seg, setti eitt brotsspark trygt í málið, eftir at bólturin kom í hondina á einum verjuleikara, tá ið landsdystarmetmaðurin, Jóan Símun Edmundsson skeyt móti málinum. Í kvøld spældi hann sín landsdyst nummar 98.

Alt í alt eitt frálíkt kvøld á Tórsvølli. Øll smíltust í regninum, og tað tykist greitt, at Eyðun Klakstein og hjálparvenjarin, Atli Gregersen, veruliga hava vent máttloysinum, sum var undir Håkan Ericson, til vónina um um, at okkara fótbóltslandslið langt um leingi ferð at gera nøkur verulig stig rætta vegin.

Kanska er tað høga flogið í hondbóltinum, sum smittar á fótbóltin. Frálíku avrikini hjá KÍ gera sjálvandi eisini mun, og so sæst tað eisini aftur, at alsamt fleiri leikarar hava týðandi leiklut í útlendskum feløgum.

Nú manglar bara at tað aftur verður kul at hyggja eftir føroyska landsliðnum. Hetta við, at fólk nóg illa vita, at landsliðið skal spæla, má halda uppat. Vónandi vera nógv fleiri fólk á Tórsvølli sunnudagin klokkan fimm, tá ið Kekkia vitja. Tí nú er aftur stuttligt at síggja okkara kosnu menn spæla fótbólt.

Bert spell, at Kroatia ikki vann á Kekkia í kvøld, tí annars kundu vit komið ájavnt við teir í stigum sunnudagin. Tann dysturin endaði 0-0.

Takk fyri ein framúr gott kvøld á Tórsvølli dreingir.


HM-undandystur, bólkur L, á Tórsvølli kl. 19.45
Føroyar – Montenegro 4-0 (2-0)

1-0, Hanus Sørensen (16. min)
2-0 Sjálvmál MilanRoganović (36. min)
3-0 Hanus Sørensen (55.min)
4-0 Árni Frederiksberg (brotsspark) ( 72. min)

Føroyar:

Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen (82. Jann Julin Benjaminsen), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (76. Petur Knudsen), Brandur Hendriksson (68. Geza David Turi), Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen (76. Adrian Justinussen) – Meinhard E. Olsen (68. Jóan Símun Edmundsson)

Á beinkinum:
Bárður á Reynatrøð (má), Bjarti Mørk (má), Viljormur Davidsen, Arnbjørn Svensson, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð.

Venjari; Eyðun Klakstein

Montenegro:

Igor Nikić – Andrija Vukcević, Stefan Savić, Nicola Šipcić, Milan Roganović (66. Driton Camaj) – Marko Perović (59. Viktor Dukanović), Marko Šimun, Marko Bakić – Vasilije Adžić (66. Petar Bajović) – Nikola Krstović, Milutin Osmajić (82. Andrej Kostić)

Á beinkinum: Danijel Petković (má), Balisa Popović (má), Stefan Milić, Marko Vukcević, Marki Tući,, Edvin Kuc,, Milos Brnović

Venjari: Mirko Vucinić


Stigatalva HM-undanbólkur L

Nr.LiðDVJTVMTMMMS
1Kroatia5410171+1613
2Kekkia6411116+513
3Føroyar630385+39
4Montenegro6204413-96
5Gibraltar5005217-150
Kelda: FaroeSoccer