-
Manchester City og Premier League hava gjørt semju

Manchester City og Premier League hava gjørt semju um eitt a drúgt rættarstríð um APT-reglurnar, sum eru reglur, sum stýra virksemi millum ein fótbóltsfelag og fyritøkur, sum hava tilknýti til eigararnar.
Stríðið snúði seg um avtalu við Etihad Airways, sum Premier League helt ikki hevði rættvíst marknaðarvirði.
Ein óheft dómstólur staðfesti, at reglurnar vóru ólógligar, og fleiri broytingar vórðu gjørdar í 2024.
Í novemburr atkvøddu 16 feløg fyri nýggju reglunum, meðan City, Newcastle, Forest og Villa vóru ímóti.
Semjan merkir, at forðingar avtaluni við Etihad Airways nú eru tiknar burtur. Avtalan kann nú verða góðkend, men enn er einnki endaligt komið upp á pláss.
-
45 fólk runnu fimm hálvmarathon í summar

Fleiri enn 600 fólk runnu leygardagin Føroya Vakrasta Hálvmarathon í Vágunum. Tað skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar. Hetta var samstundis seinasta umfar í avbjóðingini at renna 5 hálvmarathon í 2025.
Heili 45 fólk megnaðu at fullføra allar kappingarnar. Talið er umleið tað sama sum í fjør, tá 47 fólk kláraðu avbjóðingina.
Avbjóðingin verður aftur á skrá í 2026. Tá verður hon kallað “Renn 6 hálvmarathon í 2026”.
Hesi runnu fimm hálvmarathon -
Høll til sandflogbólt tikin í brúk í Fuglafirði
Les eisini grein hjá flogbóltssambandinum á FAcebookFyrsta høllin í Føroyum til innandura sandflogbólt, Koksið í Fuglafirði, varð tikin í brúk um vikuskiftið.
Á mentanardøgunum vórðu leiktir 23 dystir fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin.
Hjá monnum vunnu Bjarni Larsen og Oleksandr Dmitriiev finaluna 2-0 á Rana Ákason og Filip Ilic.
Hjá kvinnunum vunnu Jakobina Joensen og Daria Burrows 2-1 á Nicolu Toftegaard og Thirzu Tarazona.
-
Ætla at vinna móti Gibraltar í kvøld

Føroyska manslandsliðið í fótbólti spælir í kvøld klokkan 19.45 HM-undandyst í bólki L á útivølli móti Gibraltar.
Í juni vunnu Føroyar á Tórsvølli 2-1 móti Gibraltar, og við útvarpið sigur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, at teir vita at teir eru favorittar í kvøld, og fara eftir sigrinum, hóast teir eisini vita, at Gibraltar er eitt gott lið.
Eyðun Klakstein hevur boðað frá, at tað verða í minsta lagi tríggjar broytingar á liðnum.
Samuel Chukwudi kemur inn í miðverjuna fyri leikbannaða Odmar Færø. Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen verða møguliga møguliga á bakkkunum, og á miðvøllinum er væl møguligt at Géza Turi fær møguleikan. Heilt frammi kann væl verða, at Páll Klettskarð verður frá byrjan
Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvparpinum, sum byrjar at senda beint eftir Dag og viku.
FM1 sigur eisini beinleiðis frá dystinum og byrjar at senda klokkan 19.00.
-
Alcarez greiðan finalusigur í US Open

22 ára gamli Carlos Alcaraz vann US Open-finaluna í New York við settúrslitunum 6–2, 3–6, 6–1, 6–4 móti Jannik Sinner.
Við sigrinuntryggjaði hann sær sítt sætta Grand Slam-heitið og gjørdist næstyngsti spælari í søguni við seks slíkum meistaraheitum.
Alcaraz byrjaði sum eitt óndarveður og var fullkomiliga yvirlutin í fyrsta setti.
Sinner svaraði aftur í øðrum setti, men Alcaraz servaði hann í knús í triðja.
Fjórða settið var spennandi, men Alcaraz vann eftir 2 tímar og 42 minuttir.
-
Vit taptu, gott avrik og Modric kom inn

Vit áttu kanska, at verið glað fyri at klára eitt heiðurligt eitt máls tap móti kroatisku fótbóltsstjørnunum. Men tann tíðin má vera farin nú, og tað var ógvuliga skuffandi, at tað ikki eydnaðist at fáa okkurt stig burtur úr hetta fyrsta heystarkenda kvøldið í ár. Og tað var eisini gott at síggja skuffilsið lýsa av okkara leikarum eftir dystin.
Landsliðsvenjararnri, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava megnað, at vent tunga huglaginum, sum var um landsliðið undir Håkan Ericson, og nú er nógv meira sprell í. Nú tíma fólk aftur at hyggja eftir landsliðnum, álopsspælið er komið aftur, og í heila tikið hava teir funnið fram ein spælistíl, sum hóskar nógv betri til Føroyar.
Nú manglar bara veruligu at lyfta seg eins og hondbólturin, so at vit vinna stig og dystir. Áskoðararnir kundu eisini nógv fleiri verið í landsliðstroyggju, og so hevði eisini verið gott, um allir áskoðararnir vóru komnir inn, tá ið tjóðsangurin verður sungin. Forrestin, so ljóðaði tað framúr, tá ið Pól Arni Holm sang fyri tjóðsangin við síni kraftmiklu rødd.
(more…) -
Jota spældi við einum smíli

Sjokkið, sum rakti okkum tíðliga hósmorgunin, tá ið deyðsboðini av Diogo Jota frættust, var ræðiligt, og hóast vit í Føroyum ikki kendu Diogo Jota persónliga, so rakar tað allar Liverpoolfjepparar, tá ið ein av okkara leikarum brádliga doyr í syrgiligari ferðsluvanlukku.
Men fyrst og fremst er missurin svárur hjá konuni, børnunum og foreldrunum, sum mistu tveir synir í bestu árum. Tað ber ikki til at seta seg inn í teirra støðu, og má jesuspápi fylgja teimum í hesi sváru tíð.
Fyri okkum Liverpoolfjepparar í Føroyum og um allan heimin, var Jota ein av leikarunum, sum kom inn í stovuna hjá okkum hvørt vikuskifti, tá ið Liverpool spældi og ofta eisini mitt í viku.
Eisini hava nógvir føroyskir fjepparar verið niðri á Anfield og sæð Jota spæla. Myndin omanfyri er tikin undan dystinum móti Tottenham í apríl, tá ið undirritaði, saman við einum feraðlagi hjá Liverpool Føroyum, sá okkara hetjur tryggja sær meistaraheitið.
(more…)

