Óli Mittún fekk ein skaða í økslina í eini takkling beint fyri hálvleik, tá ið hann og GOG í bestu donsku deildini taptu 40-29 mótu stórliðnum Aalborg.
Fyrrverandi liðfelagin hjá Óla í Sävehof, Felix Möller, fekk beinleiðis reytt kort fyri takklingina.
Óli spældi eini tvey álop eftir takklingina, men kom ikki á vøllin aftur í seinna hálvleiki.
Eftir dystin tosaði TV2 við Óla Mittún, sum ikki ordiliga visti, hvussu álvarsamur skaðin í økslini var.
GOG var væl við eina løtu í fyrra hálvleiki. Men Aalborg vóru ov sterkir, og førdu í hálvleikinum 20-15.
Í seinna hálvleiki megnaði GOG uttan Óla Mittún ikki at koma aftur í aftur, og taptu til endans 40-29.

