U20-kvinnur taptu fyri Tunesia

Eftir ein vánaligan fyrra hálvleik vóru føroysku U20-hondbóltskvinnurnar ongantíð veruliga nær við at venda dystinum móti Tunesia og taptu 29-25 í Presidents Cup í HM-endaspælinum í Kina.

Hondbóltssambandið skrivar, at føroyska liðið gjørdi nógvar feilir, brendi nógv skot og álopsspælið var lítið samanhangandi. Eisini fingu Føroyar fýra útvísingar í fyrra hálvleiki.

Í steðginum var støðan 15-10 til Tunesia

Í seinna hálvleiki kom betri glið á spælið, og okkara skoraðu 15 mál.

Gylta á Neystabø hevði nógvar bjargingar seinastu løtuna, men munurin minkaði ongantíð undir trý mál.

Kroatia, Føroyar og Tunesia enda øll við fýra stigum í bólki IV í Presisents Cup.

Innanhýsis úrslitini millum hesi trý londini ger, at Føroyar enda á øðrum plássi, og skulu spæla um plássini 21 til 24. Føroyar spæla móti Argentina hósdagin 2. juli.

Málskjúttar hjá Føroyum:

  • Silja Geirsdóttir Eystberg 8 (4)
  • Rakul Borgarlíð Joensen 4 (1)
  • Joan Johannesen 3
  • Lív Rouch Ísfeld 3
  • Helena Dahl Magnusardóttir 3
  • Rakul Christiansen 2
  • Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk 1
  • Agatha Djurhuus 1

Málverjar:

  • Gylta Djurhuus á Neystabø 50 min. 10 bjargingar, 36%
  • Maria Beder 10 min. 1 bjargingar, 13%