Barcelona spælir heimadyst á lítlum leikvølli

Bara 6.000 áskoðarar sleppa at síggja Barcelona á heimavølli móti Valencia sunnudagin. Orsøkin er, at felagið ikki hevur fingið neyðugu loyvini at brúka Camp Nou, sum er undir umbygging.

Tí verður dysturin fluttur til Johan Cruyff-leikvøllin á venjingarøkinum hjá Barcelona.

Vanliga er tað kvinnuliðið hjá Barcelona, sum spælir á hesum lítla leikvølli, sum kortini tekur fleiri fólk enn okkara Tórsvøllur.