EB/Streymur tók HB á bóli og vann málríkan dyst

Meistaradeildin Menn
HB- EB/Streymur 3-4 (0-3)

Sundalagsmenn komu í kvøld upp um niðurflytingarstrikuna og gjørdu samstundis kreppuna í HB enn djúpari, enn hon var frammanundan.

4-3 vann EB/Streymur í Gundadali, eftir at teir førdu 3-0 í hálvleikinum.

Grundalagið undir sigrinum var lagt beinanvegin í dystin, tá ið gestirnir skoraðu tvey í fyrstu tíggju minuttunum.

HB vaknaði ikki fyrr enn í seinna hálvleiki og megnaði at leggja stórt trýst á EB/Streym. Men tað var ikki nokk, og sundalagsmenn vóru ovurfegnir fyri tey trý stigini.

Vit eru seinnu árini vorðin von við, at EB/Streymur liggur afturi og verjur stigini heim. Men í kvøld var tað EB/Streymur, sum tók kreppurakta HB-liðið á bóli.

Skroypiliga HB-verjan megnaði tvær ferðir fyrstu tíggju minuttirnar ikki at rudda burtur eftir hornaspark og, báðu ferðir varð mál.

Fyrra hornasparkið varð skallað víðari yvir móti handaru stong, og har kom Sowe Ba Lamin og lyfti bóltin upp um málverjan Bjarta Mørk, sum ikki sá alt ov gott í støðuni.

Annað málið kom, tá ið HB ikki fekk sparkað ordiliga burtur, og so hamraði Laurits Nørby bóltin upp í málhornið við einum frálíkum skoti.

HB hevði onkran góða løtu í fyrra hálvleiki, og høvdu tvær ferðir bóltin á yvirleggjaranum. Men tað var sum heild lítið bit í álopsspælinum hjá HB. Soleiðis hevur tað verið nógvar dystir hetta kappingarárið.

Spælið gongur seint, viljin at vinna nærdystirnar tykist ikki til staðar og heili tikið manglar, at onkur gongur undan og tekur initiativ á vøllinum. Tað verður spælt ov nógv við hondbremsuni uppi, og tí er alt ov lætt hjá mótstøðuliðunum at verja fyri. Tað var eisini ógvuliga sigandi, at HB einki gult kort fekk fyrstu 45 minuttirnar. Har var snøgt sagt eingin tendring.

Tað gjørdist eisini upp aftur verri hjá HB áðrenn steðgin. Ein verjuleikari vann ein nærdyst við ein áleypara hjá EB/Streymi. Bjarti Mørk tók bóltin upp í hendurnar, og dómarin dømdi óbeinleiðis fríspark til EB/Streym inni í brotsteiginum beint framman fyri høgru stong.

Sjáldan geva hesi fríspørk mál. Men tá ið tað gongur so illa, sum hjá HB hetta kappingarárið, so megnaði at skora. EB/Streymur spældi bóltin eitt sindur tvørtur um málið, og har gjørdi Óli Eyðsteinsson Poulsen tað til 3-0. Vorðið sum góður hálvleikur hjá EB/Streymi.


Andre Olsen, venjari hjá HB, hevur sjálvandi tosað við stórum stavum í steðginum, væl vitandi, at hansara dagar, sum venjari hjá mest vinnandi felagi í landinum skjótt kunnu verða taldir, um úrslitini í venda.

HB var í hvussu er hamskift í seinna hálvleiki. Heðin Hansen og Heini Sørensen komu inn í steðginum, og tað gjørdi mun.

HB fór at renna og takkla, og longu átta minuttir eftir steðgin minkaði Eivind Mouritsen við einum fløtum langskoti.

Og HB helt fram. Mathias Voss var sum altíð vandamikil í høgru síðu, og tá ið málverjin, Jóannes Davidsen, trumlaði hann niður eitt korter inn í seinna hálvleik, var brotsspark. Heini Sørensen skoraði trygt til 2-3.

HB fór nú eftir at javna, men teimum so líkt, so endaði enn ein hornasparkstøða hjá EB/Streymi í málinum hjá HB. HB fekk ikki ruddað burtur, og endin varð, at Búi Egilsson skoraði tað, sum skuldi vísa seg at gerast avgerandi málið.

Hesaferð fall HB ikki í fátt, og spenningur kom aftur í dystin, tá ið Matihas Voss fekk skavað bóltin í málið, eftir at Jóannes í málinum ikki megnaði at halda honum.

Tað vóru framvegis tríggir minuttir eftir og teir sjey, sum dómarin legði afturat.

Sundalagsmenn kláraðu at standa móti trýstinum hjá HB, og tað var samanlagt uppiborið, at EB/Streymur vann sær trý stig. Teir klára altíð at skava sær nóg nógv stig saman fyri at vera omanfyri niðruflytingarstrikuni, og tað eru teir eisini nú.

HB má veruliga taka annað skinn um bak og finna stríðsviljan frá seinna hálvleiki fram frá byrjan í komandi dystum, um teir skulu fóta sær í hesum kappingarárinum. Kontrolleraði fótbólturin við hondbremsuni upp førir í hvussu er ongan veg.

Dystirin á dystir.fo