HM-røkkstøkkdystur, fyrri dystur
BBosnia-Hersigovina – Føroyar 22-24 (10-12)
Føroyar fingu eitt sera gott úrslit við sær heim úr Tuzla, tá ið okkara hondbóltsmenn vunnu 24-22 móti Bosnia-Hersigovina.
Harvið er sera gott útgangsstøði undan seinna dystinum í høllini við Tjarnir leygarkvøldið.
Álopsspælið riggaði ikki heilt, sum tað skuldi, nú Elias á Skipagøtu ikki var við, og tá var ógvuliga gott at verjuparturin og serliga Pauli Jacobsen í málinum stóðu væl.
Pauli Jacobsen stóð ein branddyst. Hann tók alt, sum hann skuldi, og so tók hann eisini heilt nógv skot frá leysum leikarum. Leingi lá hann á einum bjargingarprosenti omanfyri 50 og endaði á 44 prosentum.
Føroyar komu framum beinanvegin, og hóast dysturin var rættiliga javnur, so vóru Føroyar frammanfyri meginpartin av tíðini.
Óli Mittún tók yvir spælskiparaleiklutin, nú Elias ikki var við, og Óli byrjaði dystin væl. Hann skoraði og vann brotskast beinanvegin, men eftir nakrar harðar takklingar, har tann eina kostaði heimaliðnum eitt reytt kort, tók Óli meira leiklutin sum spælskipari á seg, og hann átti eina hond í flestu málunum hjá Føroyum.
Stóru málskjúttarnir hjá Føroyum vóru Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen.
Hákun byrjaði eitt sindur trilvandi á høgra veingi og brendi trý tey fyrstu skotini av veinginum. Hinvegin skoraði hann upp á øll tey fyrstu brotskøstini, og sum dysturin leið, so sóu vit enn einaferð, hvussu drúgvur Hákun er, og tá ið avtronaði hevði hann skorað ellivu av okkara fýraogtjúgu málum.
Vilhelm hevði eisini ein av sínum heilt góðu dystum á høgra bakki, og skoraði næstan upp á allar sínar møguleikar, nakað sum annars hevur verið ein trupulleiki onkrar landsdystir. Hann skoraði fimm mál í gjár.
Verjuspælið var eisini sera gott, og átti avgjørdi sín leiklut í, at Pauli stóð so væl í málinum. Serliga riggaði væl, at fáa teir at skjót langskot í ikki so góðum støðum, og tá tók Pauli alt, sum hann skuldi og meira afturat.
Føroyar førdu 12-10 í steðginum, og fyrst í seinna hálvleiki kom munurin einaferð upp á trý mál.
Men so svaraði heimaliðið aftur, javnaði skjótt til 16-16, og fingu løtuna mitt í seinna hálvleiki nøsini fram um.
Føroyar vísti tó neyðugu styrkina, og komu fram um aftur, vóru framman fyri seinastu tíggju minuttirnar og vunnu 24-22.
Leygarkvøldið klokkan 19 spæla londini seinna dystin í høllini við Tjarnir. Útgangstøðið hjá okkara monnum er gott, og Føroyar er heilt víst stórfavorittar at koma víðari, tí liðið hjá Bosnia-Hersigovina sá ikki serliga ræðandi út. Men í hondbólti er úrslitið ongantíð givið frammanundan, so tað ræður um hjá okkara monnum at hugsavna seg væl um uppgávuna, so vit kunnu spæla okkum til HM-endaspælið í manshondbólti fyri fyrstu ferð.
