B36 tók sigurin og oddasessin frá NSÍ

NSÍ hevði møguleikarnar, meðan B36 skoraði. Soleiðis kann dysturin í Gundadali í kvøld lýsast í stuttum.

Serliga fyrstu løtuna var NSÍ nógv betri, og spældi sum eitt oddalið. Sendingarnar millum leikararnar sótu væl, og NSÍ kom eisini til góðar møguleikar.

Ein tann besti fall til Petur Knudsen, men Silas Eyðsteinsson bjargaði skotinum.

Sum fyrri hálvleikur leið, javnaði spælið seg, B36 hevði eisini sínar royndir, og Bartal Páll Klein rakti stongina við einum av sínum eyðkendu skotum við vinstra beini, tá ið hann rekur inn í vøllin úr høgru siðu.

Seinni hálvleikur var eisini rímiliga javnur í spæli. Men tað var frammhaldandi NSÍ, sum hevði teir stóru møguleikarnar, og í B36 skulu tey vera glað fyri, at Silas í málinum spældi ein av sínum bestu dystum.

Brádliga vendi dysturin. Í einum mótálop spælldi B36 bóltin út til Boubacar Dabo á brotsteigarmarkinum vinstrumegin, og tá ið Jann Benjaminsen gleið, gjørdist Dabo púra leysur og lyfti bóltin í málið upp um Tom Amos, sum var í málinum hjá NSÍ í dag, nú Kristian Joensen er skaddur.

Sum vátur vøttur hjá NSÍ, og minuttin aftan á gjørdist upp aftur verri. Viljormur Davidsen sá ikki alt ov gott út í nærdysti við Bartal Páll, sum slapp at reka púra leysur móti málinum. Hann missnýtti rimmar møguleikan í fyrsta umfari, men í øðrum umfari legði hann bóltin innfyri málið aftur, og har kom Dávid Biskopstø Andreasen og skoraði til 2-0.

NSÍ helt fram at hava góðar møguleikar, og tvær ferðir var bólturin bjargaður á sjálvari málstrikuni og veg í málið.

B36 tók harvið sigurin og samstundis eisini oddasessin frá NSÍ.

Landskappingini hevur higartil lagað seg nógv øðrvísi enn undanfarin ár, og einki lið er farið undan hinum. NSÍ hevði møguleikan í kvøld, men sigurin hjá B36 ger, at tað er sera tætt í oddinum, har bert tvey stig skilja trý tey fremstu liðini, B36, NSÍ og KÍ.

Fyri B36 spældi Silas Eyðsteinsson ein sera góðan dyst í málinum. Heini Vatnsdagl var líka góður sum altíð, og longri frammi spældi Dávid Biskupstø Andreasen ein góðan dyst. Eisini má Rói Hansen á vinstra bakki nevnast. Tað var sera sjáldan, at nakar NSÍ’ari kom framvið honum.

Fyri NSÍ var Petur Knudsen mest eyðsýndur og mitt á miðjuni spældi Emil Weihe Joensen eisini ein góðan dyst, og var ein av orsøkunum til, at NSÍ í sum heild hevði meira leikliga yvirvág enn B36.

Dysturin á dystir.fo