Tað verða Manchester City og Chelsea, sum skulu spæla finaluna í kendu ensku steypakappingini, FA-cup, leygardagin 16. mei.
Manchester City vann leygardagin 2-1 á Southampton. Nico González skoraði avgerandi málið seint í dystinum. Finn Azaz legði annars Southampton fram um ellivu minuttir fyri tíð. Men Jérémy Doku janvaði til 1-1 tríggjar minuttir seinni. Hetta var fjórða finalan á rað hjá City.
Chelsea vann sunnudagin 1-0 á Leeds. Enzo Fernández skoraði einasta málið mitt í fyrra hálvleiki. Chelsea er í síni fyrstu FA-cup finalu síðani 2022.
