
SMS-deildin kvinnur, fyrsta FM-finala av fimm møguligum
Kyndil – VÍF 29-27 (16-13)
Hóast 29-27 ikki ljóðar av nógvum, so var lítil spenningur í seinastu tjúgu minuttirnar í fyrstu FM-finaluni í bestu kvinnudeildin í hondbólti.
Kyndil legði seg avgerandi fram um tíðliga í seinna hálvleiki, og so var eingin vegur aftur hjá VÍF.
Kyndil var rímiliga greiður favorittur undan finaluni. Men í dag spældi Kyndil ikki sín besta dyst, og hevði VÍF tikið av, so kundu tær fingið eitt óvæntað úrslit.
Fyrri hálvleikur var leingi javnur. Kyndil hótti við at fara undan, men VÍF javnaði av og á. Seinastu minuttirnar í seinna hálvleiki fekk Kyndil tó trý máls fyrimun og í steðgnum var 16-13.
Tað eydnaðist fyri steðgin VÍF at steðga stórskjúttanum hjá Kyndli, Turi Arge Samuelsen, rímiliga væl, og eisini forðaði verjan hjá VÍF fyri innspælingum inn á strikuna til Bjartu Osberg Johansen.
Kyndilsliðið er tó ein væl smurd maskina við spældeilaranum, Báru Hansen, sum far spælið at flóta skjótt aftur og fram, og málini vóru væl deild fyri steðgin.
Hjá VÍF var tað serliga Fríða Nolsø Olsen, sum hevði ein góðan dag, og tá ið VÍF hevði tol til at byggja spælið upp og lata bóltin koyra, so komu vestmannakvinnur rímiliga lætt til málmøguleikar.
Inni í málinum hjá Kyndli stóð Gylta á Neystabø tó ein sera góðan dyst, og hon átti stóran heiður, at VÍF ongantíð tók leiðsuna í dystinum.
Eisini danski málverjin hjá VÍF, Ida Mai Nielsen, stóð væl.
Í seinna hálvleik setti Kyndil skjótt trumf á dystin. Tá ið tíggju minuttir vóru spælir vóru seks mál á muni, 22-16, og tá var næstan ov seint hjá VÍF-venjaranum at taka leikbrá.
VÍF kom ongantíð ordiliga inn í dystin aftur. Vanligi stórskjúttin, Lív Sveinbjørnsdóttir, haltaði og sá út til at vera tarnað at spæla.
Nú gjørdist dysturin ein Turið Arge Samuelsen-framsýning eina løtu.
Frá 41. minutti skoraði Turið øll sjey kyndilsmálini, harav tvey upp á brotskast. VÍF misti fokusið at verja fyri stórskjúttanum, og Bára Hansen brúkti somu uppskrift nakrar ferðir at leggja upp til Turið, sum hamraði bóltarnar í málið.
28-22 var støðan, tá ið átta minuttir vóru eftir. VÍF gjørdi eitt lítið sprell afturat, eftir at Bára Hansen fekk onkran skaða í hondina ella fingurin. Við fleiri ungum eykaleikarum á liðnum, minkaði VÍF niður í 29-27 móti fleiri eykaleikarum, sum eisini fingu møguleikan hjá Kyndli.
Hjá VÍF, sá út til at vera dugur í fleiri av ungu leikarunum, so kanska tær kundu verið ein loysn fyri at lagt meira trýst á Kyndil, tá ið onnur FM-finalan verður spæld í Vestmanna mikukvøldið klokkan 19.00.
Fyri Kyndil kann tað hava nógv at siga, hvussu álvarsamur skaðin hjá Báru Hansen er, og um hon verður klár at spæla.


