Menninir hjá H71 kunnu gerast føroyameistarar í kvøld

Triðja FM-finalan í hondbólti hjá monnum millum H71 og Kyndil verður spæld í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 19.00.

H71 vann tvær báðar fyrstu finalurnar, fyrst tepurt 24-23 og so greitt 31-24.

H71 hevur verið greitt besta liðið í føroyskum manshondbólti, og er tí greiður favorittur at gerast føroyameistari, og møguliga verður tað í Hoyvíkshøllini í kvøld.

Spælt verða í mesta lagi fimm finalur. Tað merkir, at fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur er føroyameistari