Svimjisambandið skrivar í kvøld, at Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag í kvøld setti tvey nýggj føroysk met á Swim Open Tórshavn á langgeil í nýggja 50 metra svimjihylinum í Gundadali.
Fyrst tók hann gamla metið í 50 metra frísvimjing við tíðini 23,46 sekund, har Magnus Jákupsson frammanundan átti metið á 23,48 sekund heilt afturi frá 2012.
Løtu seinni koma annað metið í hús, tá ið Bartal svam 50 metra bringusvimjing við tíðini 28,81 sekund, og betraði sítt egna met á 29,09 sekund frá 2025.
Eitt framúr gott fríggjakvøld hjá Bartali Erlingsson Eidesgaard og føroyskari svimjing.
