Næstan útselt til avgerandi dystin móti Bosnia Hersigovina

Hondbóltssambandið boðar frá, at tað er um at vera útselt á sitiplássunum til avgerandi HM-undankappingardystin hjá monnum ímóti Bosnia Hersigovina.

Dysturin verður spældur leygarkvøldið 16. mei klokkan 19.00 í høllini við Tjarnir.

Fyrri dysturin verður spældur á útivølli 14. mei. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi í januar 2027.