
Meistaradeildin menn
EB/Streymur – HB 1-2 (0-0)
HB vann 2-1, men havnarfelagið hevði tað trupult móti EB/Streymi við Margáir.
Tað var ikki so óvæntað, tí álopsspælið hjá HB hevur verið ógvuliga stirvið í ár, og tá ið EB/Streymur aftur í ár hevur eina sera væl skipaða verjukenda spæliskipan, so er ikki lætt hjá nøkrum liði at bróta niður tøttu og hartarbeiðandi verjuna hjá Sundalagsmonnum.
Móti KÍ riggaði tað hjá EB/Streymi og púra óvæntað spældi teir málleysan javnleik móti meistarunum.
Tað mundi eisini rigga í dag, og hóast HB hevði bóltin alla tíðina, so vóru teir púra óvandamiklir, serliga í fyrra hálvleiki.
Hinvegin so dugdi EB/Streymur sera væl at seta beina kós móti málinum, tá ið teir hendinga ferð fingu fatur á bóltinum. Serliga, Thomas Bjørn Miezan, sum er uppvaksin í HB, var fleiri ferðir hampiliga nær við at skora.
Í seinna hálvleiki var eitt lítið sindur frægari hjá HB, men sjáldan var veruligur vandi á ferð.
Og so brádliga burtur úr ongum í 72 minutti, fóru sundalagsmenn í mótálop, og enn einaferð var tað Thomas Bjørn, sum bjóðaði av út í vinstru síðu, og tá ið bólturin tók í hondina á Per Magnus Steiring, so var brotsspark. Búi Egilsson setti bóltin trygt í málið.
Sensatiónin lúrdi eina løtu. Men nú vaknaði HB veruliga og legði veruligt trýst á málið hjá vertunum.
Ein freistast til at siga, at kanska hevði verið frægari fyri EB/Streym, at teir ikki høvdu skorað, tí so hevði HB kanska ongantíð sæð álvaran í sera vánaliga álopsavrikinum í dag.
Trýstið hjá HB gav at enda úrslit. Fyrst sendi Noah Mneney eitt langskot vakurt í málið, og løtu seinni avgjørdi Ari Mohr Jónsson dystin, tá ið hann skallaði eitt innlegg frá Ása Dam í málið.
HB slapp við hvøkkinum.
EB/Streymur gjørdu í dag , tað sum teir duga best. Allir leikarar stríddust sum menn framman fyri málverjan, Jóannes Davidsen, sum var ein tryggur aftasti skansi. Í álopinum var tað serliga Thomas Bjørn, men eisini Búi Egilsson, sum vóru ein hóttan, tær fáu ferðirnar, EB/Streymur fór í álop.
Hjá HB vóru trupulleikarnir í álopspartinum aftur sjónligir í dag.
Tað mangla bæði kreativitur og kvalitetur í spælinum til, at HB veruliga skal takast í álvara sum avbjóðari til meistaraheitið.
Grundspælið gongur seint fyri seg við nógvum nertingum, og tí var verjan hjá EB/Streymi ongantíð spæld út av kós.
HB hevur heldur ongan leikara á miðjuni, sum dugir at venda spælinum skjótt fram eftir, tá ið høvið býðst. Í staðin verður bólturin spældur aftur eftir í verjuna, og so byrjar grundspælið aftur móti ellivu mótleikarum, sum allir eru komnir upp á pláss.
Eitt annað sum næstan ikki sæst á liðnum hjá HB eru renningar í djúpdina, og tí er ofta lætt at verja hjá mótstøðuliðunum
HB brúkti í dag, eins og allar hinar dystirnar í ár, næstan bara høgru síðu at bjóða av í. Har bjóða Mathias Voss og Ási Dam av ferð eftir ferð. Men tað vit hini liðini, og tí er sum oftast tætt fyri. Tað var tó eftir innlegg frá júst Ása úr høgru síðu, at avgerandi málið kom.
HB er nú nummar trý í Meistardeildini, og komandi vikuskiftið vitja teir á Toftum, har teir aftur skulu royna at loysa ein tætt pakkaða verju upp. Og HB hevur ofta havt trupulleikar at vinna á Svangaskarði.
EB/Streymur er við fýra stigum omanfyri niðurflytingarstrikuna. Komandi vikuskifti skulu teir til Runavíkar at vita, um teir eisini megnaði at geva NSÍ somu trupulleikar, sum teir hava volt KÍ og HB.
