Yvirlit: Sekstan 2-2 javnleikir millum havnarfeløgini síðan 2009

Meistaradeildin menn
HB-B36 2-2 (1-1)

Dysturin millum havnarfeløgini HB og B36 er altíð nakað serligt, og fótbóltsáhugaði havnarfólk gleða seg í fleiri dagar undan dystunum.

Sum í so nógvum øðrum grannadystum, so hevur úrslitið júst hendan dyst ofta lítið og einki at gera við, hvussu góð liðini annars eru, og nærum altíð eru dystirnir javnir og spennandi.

Tey seinastu mongu árini er so tað løgna fyribrigdið íkomið, at merkiliga nógvir dystir enda við javnleiki 2-2. Soleiðis var aftur í gjár, tá ið HB og B36 møttust fyri fyrstu ferð í hetta kappingarárið.

Í gjár var B36 betri í fyrra hálvleiki, og HB hevði sera trupult við at spæla út frá egnum málið, og tað mundi fleiri ferðir kostað mál.

Kortini var tað HB, sum legði legði seg fram, tá ið verjan hjá B36 endaði við at beina dystin í egið mál, eftir at Storm Pettersen hevði skotið.

B36 javnaði stutt aftan á, eftir at teir enn einaferð trýstu HB til at missa bóltin, og so skeyt Bogi Reinert Petersen bóltin flott í málið frá brotsteigarmarkinum.

Í seinna hálvleiki var dysturin javnari, og HB var nógv betri við í spælinum.

Stefan Radosavljevic legði eisini HB fram um beinanvegin, tá ið Ejvind Mouritsen lyfti bóltin hegnisliga inn um verjuna.

Nú hevði B36 spælið eina løtu. Men HB kom skjótt longri fram á vøllin við verjuni, og tyktust at hava nøkulunda tamarhald á støðuna.

Men enn einaferð var tað ein stórur feilur í verjuna hjá HB, sum var revsaður. Mido Diop, sum annars spældi væl, rakti ikki ordiliga bóltin, tá ið hann skuldi sparka burtur inn í brotsteiginum, og hóast HB verjan tyktist at vera komin nøkulunda upp á pláss aftur, so sendi Bogi Reinert Petersen bóltin við góðum fløtum skotið í málið. Fuglfirðingur hevur veruliga spælt væl, síðan hann kom til B36 í fjør.

B36 hevði kanska betru møguleikarnar at vinna dystin. Men enn einferð endaði dysturin um Havnini 2-2, fyri 16. ferð síðan 2009.

Dysturin á FaroeSoccer


Sekstan 2-2 javnleikir millum HB og B36 síðan 2009

(kelda: FaroeSoccer)

06-04-20264. umfarHBB362-2
06-07-202516. umfarB36HB2-2
14-09-202522. umfarHBB362-2
02-11-2024Finala – LøgmanssteypB36HB2-2
28-09-202424. umfarB36HB2-2
27-08-202121. umfarB36HB2-2
29-09-201924. umfarB36HB2-2
25-08-2018Finala – LøgmanssteypB36HB2-2
17-04-20174. umfarHBB362-2
14-06-201712. umfarB36HB2-2
18-09-201623. umfarB36HB2-2
22-06-201414. umfarHBB362-2
31-08-201321. umfarHBB362-2
24-05-20109. umfarHBB362-2
03-05-20095. umfarB36HB2-2
25-06-200914. umfarHBB362-2