
Burndeildin: H71 – Kyndil 33-36 (14-14)
Hóast menninir hjá H71 í kvøld tapu 36-33 fyri Kyndli heima í Hoyvíkshøllini, so er H71 vinnari í grundspælinum.
Dysturin í kvøld var sera javnur, men seinastu fimm minuttirnar dróg Kyndil frá.
Fyri H71 skoraði Boas Ellefsen á Skipagøtu 10 mál og tað sama gjørdi William Skovsager hjá Kyndli.
Hetta var seinasti dysturin hjá báðu liðum í grundspælinum, og hóast hini liðini hava ein dyst eftir at spæla, so er greitt, at H71 endar nummar eitt í grundspælinum og Kyndil nummar tvey, Tað merkir, at bæði hesi liðini koma beinleiðis í hálvfinalurnar. Júst hesi bæði liðini spældu FM-finalurnar í fjør, og tá gjørdist Kyndil føroyameistari.
StÍF og VÍF kappast um triðja plássið. Neistin enda nummar fimm og KÍF nummar seks.
Í fjórðingsfinalunum í næstu viku møtast nummar 3–6 og nummar 4–5 í einum dysti, har hægri liðið hevur heimavøll.
Hálvfinalurnar verða best av trimum, og toppliðini hava heimavøll í dysti 2 og møguliga 3.
FM-finalurnar verða avgjørdar við best av fimm finalum, og liðið sum endaði ovast í grundspælinum, hevur heimavøll í dysti 1, 3 og møguliga 5. Fyrstu FM-finalurnar verða spælar um miðjan apríl.
