HB basti akkurát røskum skálamonnum

Meistaradeildin Menn
Skála – HB 0-1 (1-2)

HB kláraði at fáa ein 2-1 sigur við sær aftur til Havnar, tá ið teir vitjaðu á Skála í kvøld í seinasta dystinum í fyrsta umfari í Meistaradeildini.

HB var nógv betri fyri steðgin og førdi eisini við góðum máli, sum norski áleyparin Storm Pettersen skoraði.

Í seinna hálvleiki var Skála nógv betri við. Men kortini var tað innskifti Jákup Thomsen, sum økti til 2-0 við einum dundur skoti.

Tá ið Jákup Pauli Frederiksberg minkaði til 2-1 langt inni í londgu leiktíðini var ov seint hjá Skála, og HB slapp við hvøkkinum.


HB var hálvavegnað tvungið at vinna, eftir at KÍ, NSÍ og B36 høvdu vunnið fyrr í dag. Sjálvandi eru 26 umfør eftir, men veruleikin seinnu árini hevur verið tann, at liðini, sum ætla sær at vera við í meistarastríðnum, ikki hava ráð at missa eitt einasta stig.

Tað var nokk eisini uppiborið, at HB vann 2-1, og serliga fyri steðgin var HB við greiðan yvirluta. Kanska ikki so nógvir beinleiðis møguleikar, men spælið fleyt væl, og Skála rann alla tíðina aftaná.

HB kom serliga í gjøgnum í høgru síðu, har kviki Mathias Voss fekk merkiliga gott pláss í bakrúminum, og saman við Ása Dam var hann ein støðug hóttan fram eftir vøllinum.

Málið hjá HB kom eisini úr høgru síðu, tá ið 26 minuttir vóru spældir. Bartal Wardum sendi ein langan bólt fram eftir, og staddur á høgrumegin í brotsteiginum hamraði Storm Pettersen bóltin í málið úr spíðskum vinkli..

HB var betra liðið restina av fyrra hálvleiki, men tað var ikki til meira enn nakrar fáar vandamiklar trunkastøður framman fyri málið hjá Skála.


Seinni hálvleikur var heilt øðrvísi enn fyrri. Skálamenn vóru nógv meira ágangandi, og lótu ikki HB fáa frið at byggja spælið upp.

Skálamenn vístu sum seg heild eisini góðan bóltførleika, og ein sum altíð er ein fragd at síggja á vøllinum, er liðskiparin og stýrimaðurin í verjuni Jákup Jacobsen, sum við elegansu stýrir sínum monnum

HB lótu seg órógva eftir steðgin og megnaðu als ikki at fáa sama frið yvir spælið sum í fyrra hálvleiki.

HB-ararnir dugdu illa at lata bóltin gera arbeiði, og runnu teir seg ofta fastar. Skála vann nógvar bóltar og fóru ofta í vandamikil skjót mótálop.

Nakrar ferðir var heilt vandamikið, og Bjarti Mørk mátti nakrar ferðir vísa síni evni í málinum hjá HB.

Soleiðis gekk seinni hálvleikur, og tað tyktist greitt, at HB mátti skora eitt mál aftur at, um teir skuldu vinna.

Nakrar fáar minuttir fyri tíð avgjørdi HB eisini dystin. Hesaferð bygdu teir álopið eitt sindur upp, og endin varð, at Heini Sørensen bringaði bóltin niður til Jákup Thomsen, sum fluktaði upp í málhornið. Eitt frálíkt mál.

Í longdu leiktíðini setti Skála stokkutan spenning í dystin. Eitt hornaspark var longt, og beint undir málinum beindi Jákup Pauli Frederiksberg bóltin í málið. Men ov seint var.

Hesin dystirin var, sum dystir ofta eru. Tað “størra” liðið vann á tí “minna” liðnum.

HB slapp við hvøkkinum, og má heim at arbeiði við at fáa meira bygna á álopsspælið, so at teir ikki missa tamarhaldi á spælinum. Næsta vikuskifitið taka teir móti 07 Vestur í Gundadali.

Hjá Skála, var tað ,sum tað plagar vera. Skálamenn spældu ein fínan dyst, serliga í seinna hálvleiki. Men tá ið dysturin var av, høvdu teir tapt.

Soleiðis hevur verið so ofta hjá Skála, og tað er lætt at síggja, at teir aftur hetta kappingarárið fara at býta frá sær í nógvum dystum. Men um teir ikki ætla at flyta niður aftur, so mugu stig á talvuna.

Komandi sunnudag fáa teir ein gyltan møguleika, tá ið teir vitja B68 á Svangaskarði. Tað má metast sum ein seksstiga dystur, tí hugsandi er, at bæði liðini fara stríðast niðri í botninum, tá ið kappingini nærkast endanum.