Niels, Jaspur og Beinta runnu 46 og 82 kilometrar í fjøllunum á Gran Canaria

Í gjár runnu havnarmaðurin, Niels Poulsen, og toftamaðurin, Jaspur Højgaard 82 kilometrar lendisrenning í rennikappingini, Transgrancanaria, sum verður runnin á Gran Canaria. Eisini rann Beinta Napoleonsdóttir 46 kilometrar.

Niels Poulsen brúkti 13 tímar 34 minuttir og 33 sekund um teinin, meðan Jaspur brúkti 14 tímar, 26 minuttir og 36 sekund.

Beinta brúkti 8 tímar 15 minuttir og 10 sekund um teir 46 kilometrarnar.

82 kilometrateinurin, sum kallast “Advanced”, er ein sera krevjandi teinur og er góðar 4000 hæddarmetrar.

Byrjað verður í fjallabygdini Teror, og síðan gongur leiðin gjøgnum bæði skóg, vulkanlendi og krevandi brekkur, áðrenn rennararnir enda í hitanum í Maspalomas.

Transgrancanaria er ein av størstu ultrakappingunum í Evropa og hevur verið hildin síðan 2003.

Kappingin savnar fleiri túsund rennarar úr øllum heiminum, og er kend fyri sítt skiftandi landslag og hørðu treytirnar, sum seta stór krøv til bæði tol og styrki. Umfram 82 kilometra teinin, ber eisini til at renna 46 kilometrar og longsti teinurin er heilar 126 kilometrar