Oddaliðið í Premier League, Arsenal, vann leygardagin greiðan sigur á Sunderland heima á Emirates Leikvøllinum. Martin Zubimendi legði heimaliðið fram um beint fyri steðgin, meðan Viktor Gyokeres skoraði tvær ferðir í seinna hálvleiki.
Nærmastu kappingarneytarnir um fyrsta plássið, Manchester City, megnaðu akkurát at vinna trupla útidystin móti Liverpool. Tað var annars Dominik Szoboszlai, sum legði Liverpool framum í javna dystinum við einum frálíkum frísparki. Seint í dystinum javnaði Bernardo Silva við høvdinum, aðrenn Erling Haaland tryggjaði sigurin við brotssparki í yvirtíðini. Manchester City er seks stig aftanfyri Arsenal.
Aston Villa á triðja plássi misti týðandi stig í 1-1 javnleikinum móti Bournmouth. Meðan Manchester United á fjórða plássi heldur fram við góðu gongdini og vunnu fjórða sigurin á rað, tá ið teir vunnu 2-0 móti Tottenham. Bryan Mbeumo og Bruno Fernandes skoraðu málini.

