Føroyar høvdu neyvan gjørt nakað við Noreg

Eina løtu droymdu føroyingar um, at okkara hondbóltskvinnur kundu koma víðari í fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum.

Hevði tann dreymurin gingið út, høvdu vit møtt heimsins besta kvinnulandsliðið, Noreg.

Men kanska skulu vit glað fyri at sleppa undan at møta Noreg, tí norsku hondbóltsgenturnar eru flúgvandi og bukaðu Svartfjallaland av 32-23.

Noreg førdu longu 14-6, tá ið tjúgu minuttir vóru spældir, og restina av dystinum, tók Noreg sær av løttum og spaseraði seg til stórsigurs.

Í løtuni er torført at fáa eyga á nakað land, sum kann vinna á Noreg.

Í hinari fjórðingsfinaluni í dag vann Týskland 30-23 móti Brasil.