VB, Neistin og H71 vunnu

Kvinnurnar hjá H71 og Neistanum gjørdu sítt fyri at fylgja eftir Kyndil, sum spældi javnt móti VÍF í dag. Í botninum vann VB síni fyrstu stig móti EB í høllini í Vági


H71 vann 36-27 móti StÍF eftir hálvleiksstøðuna 18-14. StÍF fylgdi við nøkunlunda fyrsta korterið, men so kom ongantíð spenningur í dystin aftur

Maria H. Weyhe skoraði 10 mál fyri H71 og Sára Berg á Lag 9 mál. Hjá StÍF gjørdi Malene Madsen 9 mál og Emmy Ingibjørg Kass 6 mál.

Dómaraseðil H71 – StÍF 36-27 (18-14)


Neistin vann stórsigur 37-21 móti Stjørnuni, og longu í hálvleikinum var støðan 18-6.

Hjá Neistanum skoraði Silja Olivia Heðinsdóttir 9 mál og Ró Reginsdóttir 5 mál. Durita Karlsdóttir Ljósstein skoraði 8 ferðir hjá Stjørnuni og Iuliia Nalivko 6 ferðir.

Dómaraseðil Neistin – Stjørnan 37-21 (18-6)


Í Vági vann VB botndystin móti EB 32-28. Fyri steðgin leikaði javnt á, og VB førdi 15-14, tá ið fyrri hálvleikur var av.

Í seinna hálvleiki lat VB ongan iva vera og einu løtuna førdi VB 30-20. At enda vann VB 32-28.

Hjá VB skoraði Agatha Kjærbæk Djurhuus 10 mál og Barbara Krosslá Hjelm 6 mál. Hjá EB skoraði Tanja Kristiansen 10 mál og Nadja Pejovic 9 mál.

Dómaraseðil VB – EB 32-28 (15-14)


Stigatalva Burndeildin

D+MunurStig
Kyndil829418111315
VÍF92722185413
Neistin92652234212
H7182472113612
Stjørnan9221267-468
EB9218273-554
VB7182217-352
StÍF9174283-1092