Óli Mittún skoraði fýra mál fyri GOG í 31-28 ógsigrinum á heimavølli í Champions League móti franska stórfelagnum PSG.
Óli skoraði øll málini fyri steðgin og sat nógv á beinkinum í seinna hálvleiki. Hann legði eisini upp til fýra mál.
Í hálvleikinum var GOG frammanfyri 18-17, men eftir steðgin kom PSG skjótt tvey trý mál framum, og hóast GOG seint í dystinum nakrar ferðir minkaði niður í eitt, so varð endin, at PSG vann 31-28.
Harvið megnaði GOG ikki at endurtaka óvæntaða úrslitið, tá ið teir vunnu umvenda dystin niðri í París fyri nøkrum vikum síðan.

