2-2 er eitt merkiliga vanligt úrslit millum HB og B36, og í dag spældu havnarfeløgini fyri aðru ferð í ár 2-2.
B36 byrjaði dystin betri, men sum fyrri hálvleikur leið, setti HB seg á spælið,. Í 21. minutti var ein HB’ari feldur i brotsteiginum, og Emil Pedersen skoraði trygt við brotssparki.
Í seinna hálvleiki yvirtók B36 aftur spælið og hevði eina rúgvu á hornaspørkum. Tað var eisini eftir eitt av hesum hornaspørkum, at bólturin varð skallaður niður til Ragnar Samuelsen, sum beindi bóltin inn um málstrikuna.
Nú sá út til, at HB fór at yvirtaka spælið aftur, men við einum góðum kontraálopi, eydnaðist B36 at leggja bóltin inn fyri úr høgru síðu, og har kom Ragnar Samuelsen flúgvandi og skallaði bóltin í málið.
Nú fall HB í fátt og hevði torført við at fóta sær eina løtu. Tað eydnaðis tó HB at leggja eitt ávíst trýst á, og eftir eitt langt innkast frá Bartal Wardum, eydnaðist Lassana Faye at javna við handaru stong.
Tað komu ikki fleiri mál í Gundadali. B36 fekk flest stig í havnardystunum í ár, meðan André Olsen framvegis ikki hevur tapt í Betrideildini.

