Wiegman og Enrique vunnu Johan Cruyff heiðurin

Sarina Wiegman, venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Onglandi, er vald til ársins venjara í kvinnufótbólti. Niðurlenski venjarin leiddi ensku kvinnurnar til evropameistaraheitið í summar.

Í mansfótbólti fekk Luis Enrique, venjari hjá PSG, heiðurin. Hann var ikki til staðar undir Ballon d’or handanini, tí hann leiðir PSG í dysti móti Marseille. Enrique vann Champions League við Paris SG.