Visti ikki hon hevði vunnið fyrsta HM-heiðursmerki nakrantíð fyri Uruguai

Tá ið áskoðararnir á tjóðarleikvøllinum í Tokyo í marathonkappingini fyri kvinnur tóku móti Julia Paternain úr Uruguai við lógvbrestum, visti hon ikki, at hon hevði vunnið HM-bronsumerkið, sum eisini er fyrstu heiðursmerki hjá Uruguai nakrantíð í frælsum ítrótti

Hon var ógvuliga troytt, tá ið hon kom á einsamøll mál langt aftaná nummar eitt og tvey

Hon var týðiliga óvfarin og glað, tá ið tað gekk upp fyri henni, at hon hevði vunnið bronsumerki.