VÍF formáddi sær einki – H71 í ellintu FM-finaluni á rað

Burndeildin menn, triðja hálvfinala
H71 – VÍF 31-18 (14-11) (H71 er í finaluni)

Menninir hjá H71 eru í FM-finaluni ellintu ferð á rað, eftir at teir vunnu triðju og avgerandi hálvfinaluna lættliga 31-18 móti VÍF í Hoyvíkshøllini.

VÍF skoraði tvey tey fyrstu málini í dystinum, men so tók H71 yvir í einum dystin, sum ongantíð náddi tær stóru leikligu hæddirnar. Serliga skuffaði VÍF.

Í fyrra hálvleiki og fyrst í seinna hálvleiki hevði VÍF nakrar ferðir møguleikan at koma inn í dystin aftur. Men hetta var so avgjørt ikki dagurin hjá VÍF, sum gjørdi nógvar tekniskar villur og í heila tikið hevði sera torført við at fáa álopsspælið at flóta.

Tí hevði krútsterka liðið hjá H71 fyri tað mesta lætt spæl, og hevði ongantíð fyri neyðini at spíla seg heilt út.

Mynstri í dystinum sást beinanvegin. H71 leyp á við fullari ferð og kom sum oftast lættliga, ofta alt ov lættliga, gjøgnum verjuna hjá VÍF. Var tað ikki fyri Brand Silvurdal í málinum hjá VÍF, so hevði H71 lopið avstað beinanvegin.

VÍF kláraði við bit og slit at hanga í allan fyrra hálvleik. Men hvørja ferð teir høvdu møguleikan veruliga at koma inn í dystin aftur, millum annað í yvirtalsstøðum, tóku teir ikki av, og so kundi H71 fara til hálvleiks við støðuni 14-11.

Tíðliga í seinna hálvleiki royndi VÍF at gera eitt seinasta sprell, men við trimum málum aftanfyri, kláraðu vestmenningar enn einaferð ikki at gagnnýta eina yvirtalsstøðu, og so var “ballið buið”.

Frá støðuni 19-15 skoraði VÍF einki mál í átta minuttir, og tá stóð 24-15 á máltavluni. H71 heilt einfalt smurdi máttleysu vestmenningarnar av.

VÍF megnaði einki móti krútsterku verjuni hjá H71 og skoraði bara sjey mál eftir steðgin.

At enda vann H71 31-18.

Grundarlagið undir stórsigrinum løgdu hoyvíkingar í verjuni. Peter Krogh vardi fyri tveir, og vestmenningar bara sprellaðu, meðan hann helt teimum frá at bróta í gjøgnum verjuna. Skal ikki undra, um Peter Krogh verður aftur á landsliðnum nakað skjótt.

Undir liðini á Peter spældu millum annað Helgi Hoydal, Rókur Ziskason og Sakaris Sakarisson eisini sera væl í verjuni. Og so stóð einans 17 ára gamli málverjin, Micah Wardum Ragnarsson, aftur ein góðan dyst í málinum. Vorðið sum lovandi málverji.

Í álopinum gekk 16 ára gamli, Bóas á Skipagøtu undan. Róliga og við yvirlitið stýrdi hann álopsspælinum hjá H71. Hann gjørdi fáar feilir, skoraði nógv mál og ikki minst setti álopini upp og spældi viðleikarar leysar.

Allir hinir hoyvíkingarnir duga eisini so sera væl at spæla hondbólt, og í dag deildu teir málini væl millum sín.

Í finaluni skal H71 royna at vinna meistaraheitið aftur frá Kyndli, sum tók tað frá teimum í fjør.

Fyrsta finalan av fimm møguligum verður spæld í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið klokkan 19.00.