Júst sum væntað, vunnu kvinnurnar hjá VÍF lættliga fjórðingsfinaluna móti EB í høllini í Vestmanna.
VÍF hevði fult tamarhald allan dystin og vann ein knúsandi 36-15. Í steðginum vóru vestmannakvinnur longu á odda 19-10.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 9u málum. Hjá EB skoraði Nadja Pejovic 8 mál.
VÍF skal í hálvfinalunum spæla móti H71. Har verður spælt best av trimum dystum.
Í annaðkvøld klokkan 19.00 spæla Neistin og Stjørnan fjórðingsfinalu, um at møta Kyndli í hálvfinalunum.

