Fyrst sá út til, at Kyndil var á veg móti sigrinum, so sá út til, at VÍF var á veg móti sigrinum. Men endin var, at vestmannakvinnur og kyndilskvinnur deildu stigini millum sín. Harvið gjørdist VÍF fyrsta liðið, at taka stig frá Kyndli, sum verður mett sum besta boðið at gerast føroyameistari hetta kappingarárið.
Fyrri hálvleikur var javnur og liðini skiftust um at vera frammanfyri. Í steðginum var 16-15 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki vann Kyndil sær skjótt eina fimm máls leiðslu, áðrenn VÍF spakuliga át seg inn aftur á Kyndil og kom eisini fram um 30-28, tá ið fýra minuttir manglaðu.
VÍF skoraði tó ikki fleiri mál í dystinum, og tá ið Kyndil skoraði tvey, endaði dysturin 30-30.
Fyri VÍF skoraði Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 8 mál og Sára Sundstein Lagos 5 mál.
Hjá Kyndli skoraði Bára Krossteig Hansen 9 mál, harav 7 við brotskasti, og Silja Geirsdóttir Eystberg 7 mál.

