Venjingarkappingin Golden League
Danmark – Føroyar 39-24 (22-13)
Føroyar fylgdu so nøkulunda við teir fyrstu tíggju minuttirnar í dystinum móti heimsmeistarunum Danmark í seinasta dystinum í Golden Cup.
Eftir tað vísti Danmark, hví teir eru nógv tað besta landsliðið í heiminum, og í hálvleikinum vóru okkara hondbóltsmenna aftanfyri 22-13.
Føroyingar høvdu serliga trupulleikar av heimsins besta hondbóltsleikara, Mathias Gidsel og heimsins besta málverja, Emil Nielsen.
Í seinna hálvleiki økti Danmark spakuliga og vann dystin 39-24.
Hjá Føroyum vóru ikki nógvir, sum spældu upp til sítt besta, men Hákun West av Teigum greiður toppskjútti við sjey málum.
Føroyar taptu harvið allar tríggjar dystirnar í Golden Cup. Men alt í alt var talan um eina læruríka venjingarkapping hjá okkara hondbóltsmonnum.
Hagtøl frá dystinum á heimasíðuni hjá norska hondbóltssambandinum
Myndir, sum hondbóltssambandið hevur lagt á Facebook:
