Útskeldaði danski áleyparin, Rasmus Højlund, sum hevði sera trupult við at skora í Manchester United, fekk eina frálíka byrjan í sínum fyrsta dysti fyri italska felagið Napoli.
Leygarkvøldið spældi hann sín fyrsta dyst í Seriu A móti Fiorentina.
Eftir eitt lítið korter skoraði hann sítt fyrsta mál fyri Napoli, tá ið tað eydnaðist honum at fáa bóltin framvið David de Gea í málinum hjá Fiorentina og økja um leiðsluna til 2-0.
Napoli vann dystin 3-1.
Ein annar fyrrverandi leikari hjá Manchester United, sum eisini spælir í Napoli, gjørdist seinasta kappingarár ársins spælari í Seriu A.

