Ungir havnarmenn spæla á høgum stigi

Meðan stóru havnarfeløgini HB og B36 her heima ofta hava trupult við at brúka egnar leikarar á bestu liðunum, so má sigast, at ungir havnarmenn í løtuni ganga undan, tá ið ræður um at spæla á høgum stigi uttanlands.

Tríggir havnarmenn í Allsvenskan

22 ára gamli Áki Samuelsen úr HB hevur vunnið sær fast pláss á svenska meistaraliðnum Mjällby, sum hann skifti til undan hesum kappingarárinum. Hann var við at vinna svensku steypakappingina fyrr í ár og skoraði eisini tvey týðandi mál í dysti í Champions League fyrr í summar.

B36’arini Martin Agnarsson, sum eisini er 22 ár, kom eisini til Mjällby í summar og hevur fingið rímiliga nógva spælitíð.

Ein annar B36’ari, 20 ára gamli Mattias Hellisdal klárar seg eisini væl í svenskum fótbólti. Hann hjálpti í fjør Västerås at flyta upp í Allsvenskan, og har hevur Mattias fingið heilt fitt av spælitíð í summar. Västerås liggur mitt í stigatalvuni, nøkur stig framman fyri Mjällby.

Føroyingur í bestu eysturríksku deildini

HB’arin Samuel Chukwudi skifti í summar finskan fótbólt um við eysturríkskan fótbólt, har hann spælir við SV Ried. 23 ára gamli verjurisin er fyrsti føroyingur í eysturríksku Bundesliguni. Í fyrsta landskappingardystinum spældi hann allar 90 minuttirnar.

Hanus aftur í bestu slovensku deildini

Tveir meira royndir HB’arar, Hanus Sørensen og Adrian Justinussen, eru eisini í summar farnir at spæla bestu deildini í einum miðal sterkum evropeiskum landið.

28 ára gamli Adrian Justinussen flutti í summar upp í bestu donsku deildina við Horsens, og í fyrsta dystinum í bestu deildini skoraði hann við brotssparki.

25 ára gamli Hanus Sørensen, roynir seg nú í bestu slovensku deildini við NM Aluminij, har hann hevur verið á vøllinum báðar dystirnar higartil hetta kappingarárið.

Hanus gjørdi annars sáttmála við slovensku NK Celje í januar 2025, men fekk ikki fast pláss á liðnum, og var kappingarárið 2025/2026 leigaður út til NK Triglav Kranj í næstbestu slovensku deildini. Nú royndir hann seg so aftur í bestu deildini í Slovenia.

Andrias í eini deild fyri seg

Harafturat kemur toftamaðurin, Andrias Edmundsson, sum spældi á allarhægsta stigi við Verona í italsku Seriu A í seinnu hálvu av seinasta kappingarári.

Hann spældi allar minuttirnar hvønn einasta dyst, og so nógva spælitíð hevur eingin føroyingur áður fingið á so høgum stigi. Hetta kappingarárið skal hann spæla í Seriu B, tí Verona flutti niður.

Ongantíð so nógvir føroyingar á so høgum stigi

Ongantíð áður hava so nógvir føroyskir fótbóltsspælarar fingið so nógva spælitíð í deildum á so høgum stigi. Kortini eru tað bara Hanus Sørensen og Andrias Edmundsson av oman fyri nevndu, sum hava vunnið sær fast pláss millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum. So tað verður spennandi, um fleiri teirra skjótt fáa fleiri møguleikar á landsliðum, nú teir spæla fótbólti á hægri stigi enn aðrir føroyskir leikarar.


Todi og Jákup vunnu danska meistaraheitið

Verður hugt aftur í tíðina, so spældu klaksvíkingarnir, Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen, rundan um aldarskiftið í nøkur ár á allarhægsta stigi í Danmark, og vórðu báðir danskir meistarar við ávikavist FC København og Herfølge.

Síðan hava nógvir aðrir roynt seg í bestu deildunum í Norðurlondum, men tað hevur verið ógvuliga avmarkað og eitt sindur óstøðugt, hvussu nógv føroysku leikararnir hava spælt.

Ein tann, sum hevur spælt mest, er Hallur Hansson, sum spældi 150 dystir í bestu donsku deildini, teir flestu fyri Horsens.

Aðrir sum hava spælt dystir á høgum norðurlendskum stigi eru Brandur Olsen, Viljormur Davidsen, Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson Sørensen og Jóannes Bjartalíð.