Undanfrásøgn: Ræður um, at fáa armarnar niður aftur

HM-undandystur, bólkur L, á Tórsvølli kl. 17.00
Føroyar – Kekkia

Føroyar spæla ímóti Kekkia á Tórsvølli í dag klokkan 17.00 í HM-undandysti í bólki L.

Kekkia er nummar tvey í bókinum við 13 stigum, javnir í stigum við Kroatia á fremsta plássi.

Føroyar eru eftir frálíka stórsigurin móti Montenegro á triðja plássi við 9 stigum. So skuldu okkara megna tað heilt óvæntaða at vunnið móti Kekkia í dag, so verða vit bara eitt stig aftanfyri teir.

Nú ræður fyrst og fremst um at fáa armarnar niður og so at fara hugsavnaðir á vøllin at stríðast av fullum huga.

Gunnar javnaði seinast

Seinast londini møttust vann Kekkia 2-1 móti Føroyum. Patrik Schick legði Kekkia fram um í fyrra hálvleiki. Gunnar Vatnhamar javnaði sjey minuttir fyri tíð, men ólukkutíð so skoraði Patrik Schick sigursmálið tveir minuttir seinni. Patrik Schick verður ikki við í dagsins dysti.

Føroyska liðið hevur í kappingini víst seg at vera torført at bróta niður. Nógvir tættir dystir og lítil málmunur vísa, at liðið er væl skipað.

Helst sama lið

Tað skal ikki undra, um Føroyar byrja við teimum somu ellivu sum byrjaðu móti Montenegro. Møguliga verður onkur smávegis broyting, men eftir eitt so gott avrik er torført at broyta nógv. Liðskiparin Hallur Hansson er framvegis ikki tøkur, og í hansara stað er Noah Mneney komin í hópin.

Um ikki onkrir skaðar arga, so verður hetta væntandi liðið í dag:

Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen

Kekkia uttan Schick

Kekkiska liðið byggir spælið á miðjuni við skjótum spæli og væl skipaðum trýsti. Tomas Soucek og Lukas Cerv vinna nærdystir og stýra ferðini.

Tað at Schick ikki er í álopinum broytir tað sjálvandi álopsspælið nakað samanborið við fyrra dystin, men munnu teir ikki hava fleiri góðar álopsleikarar.

Kekkia byrjar væntandi við hesum liði:

Matej Kovár – Vladimír Coufal, Martin Vitík, Jaroslav Zelený – Lukáš Provod, Pavel Šulc, Tomáš Soucek, Lukáš Cerv – Vasil Kušej, Tomáš Chorý, Ladislav Krejcí

Italskur dómari

Dómari verður 35 ára gamli italski Andrea Colombo, sum hevur dømt 50 dystir í Seriu A. Hann er rættiliga nýggjur altjóða dómari.

Hvat stendur uppá spæl

  • Við sigri verða Føroyar bara eitt stig aftanfyri Kekkia.
  • Vinnur Kekkia, so er teir framvegis við í stríðum um fyrstaplássið í bólkinum. Kroatia væntast tó at vinna báðar teir seinastu dystirnar móti Gibraltar og Føroyum.
  • Fær Føroyar stig, seta vit stigamet fyri eina undankapping. Vit er longu ájavnt við metið á 9 stig.

Stigatalva HM-undanbólkur L

Nr.LiðDVJTVMTMMMS
1Kroatia5410171+1613
2Kekkia6411116+513
3Føroyar630385+39
4Montenegro6204413-96
5Gibraltar5005217-150
Kelda: FaroeSoccer

Komandi dystir í bólkinum

  • 12. oktobur 2025: Føroyar – Kekkia
  • 12. oktobur 2025: Gibraltar – Kroatia
  • 14. novembur 2025: Gibraltar – Montenegro
  • 14. novembur 2025: Kroatia – Føroyar
  • 17. novembur 2025: Kekkia – Gibraltar
  • 17. novembur 2025 Montenegro – Kroatia

Hópurin hjá Føroyum

LeikariÁrFelagDystirMál
Málverjar
Mattias H. Lamhauge26FC Fredericia
(Danmark)
140
Bárður á Reynatrøð25Víkingur140
Bjarti Vitalis Mørk24HB00
Verjuleikarar
Andrias Edmundsson24Wisła Płock
(Pólland)
200
Gunnar Vatnhamar30Víkingur
(Ísland)
533
Odmar Færø35682
Viljormur Davidsen34HB906
Martin Agnarsson21Aarhus Fremad
(Danmark)
60
Jóannes Kalsø Danielsen28240
Jann Julin Benjaminsen28NSÍ111
Arnbjørn Svensson26Víkingur31
Miðvallarleikarar
Brandur Hendriksson Olsen29NSÍ716
Hanus Sørensen24NK Triglav Kranj
(Slovenia)
233
Noah Mneney 22HB80
Jákup Biskopstø Andreasen27302
Geza David Turi24Grimsby Town FC
(England)
30
Adrian Justinussen27Hillerød Fodbold
(Danmark)
181
Árni Frederiksberg33192
Jóannes Bjartalíð29Fredrikstad FK
(Noreg)
383
Áleyparar
Páll Andrasson Klettskarð35220
Meinhard Egilsson Olsen28Kolding IF
(Danmark)
401
Jóan Símun Edmundsson34KA Akranes
(Ísland)
988
Petur Knudsen27NSÍ251


Hópurin Kekkia

AldurFelagDystirMál
Málverjar
Martin Jedlicka27FC Viktoria Plzen
Matej Kovár25PSV Eindhoven150
Lukáš Hornícek23Braga
Verjuleikarar
Václav Jemelka30FC Viktoria Plzen
Robin Hranác25TSG 1899 Hoffenheim10
Vladimír Coufal33TSG 1899 Hoffenheim50
Martin Vitík22Bologna FC 190910
Ladislav Krejcí26Wolverhampton Wanderers63
David Jurásek25Besiktas JK10
Miðvallarleikarar
Michal Beran25Sigma Olomouc
Michal Sadílek26SK Slavia Prague291
Lukáš Cerv24FC Viktoria Plzen112
Lukáš Provod28SK Slavia Prague343
Pavel Šulc24Olympique Lyon174
Alex Král271. FC Union Berlin482
Tomáš Soucek30West Ham United8415
Áleyparar
Vasil Kušej25SK Slavia Prague60
Matej Vydra33FC Viktoria Plzen10
Jan Chramosta35
Ondrej Lingr27Houston Dynamo FC251
Václav Cerný27Besiktas JK298
Tomáš Chorý30SK Slavia Prague175
Adam Karabec22Olympique Lyon