U20-kvinnulandsliðið í hondbólti vann tíðliga í morgun føroyska tíð 30-23 móti Tavian í fyrsta dystinum í Presidents Cup, har spælt verður um plássini 17 til 32 í HM-endaspælinum í Kina.
Føroyar tryggjaðu sær leiðsluna longu í fyrra hálvleiki, tá ið støðan var 17-10. Mótstøðan var í veikara endanum.
Okkara fingu skjótt eina trivaliga leiðslu, og venjararnir brúktu breiddina í hópinum.
Seinni hálvleikur var misjavnur. Munurin kom niður í trý mál eina løtu, men sigurin var ongantíð í vanda.Føroyar strammaðu til í endanum og vunnu greitt 30-23.
Silja Geirsdóttir Eystberg varð kosin besti leikari.
Næsti dystur verður móti Tunesia tíðliga í morgin.
Málskjúttar hjá Føroyum:
- Silja Geirsdóttir Eystberg 8 (3)
- Lív Rouch Ísfeld 6
- Arnfríð Jacobsen 3
- Mira Bendix Laursen 3
- Joan Johannesen 2
- Ró Reginsdóttir 2 (1)
- Agatha Djurhuus 2
- Marjun Jansdóttir 2
- Helena Dahl Magnusardóttir 1
- Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk 1
Málverjar:
- Gylta Djurhuus á Neystabø 15 min. 2 bjargingar, 29%
- Maria Beder 45 min. 6 bjargingar, 27%

