U20 EM menn
Serbia – Føroyar 32-31 (14-17)
Ein vánalig byrjan upp á seinna hálvleiki gjørdi, at føroysku U20-menninir í hondbólti taptu fyrsta dystin í EM-endaspælinum 32-31. Føroyar førdi 17-14 í steðginum.
Føroyar byrjaði dystin við fullari ferð og kom fram um rættiliga skjót.
Drúgvastu málskjúttarnir vóru Jákup Egholm á vinstra veingi og brotskaststskjútti og Fríði í Innistovu sum dugdi væl at smoygja seg gjøgnum verjuna eftir gott uppspæl frá hinum bakspælarunum Paula Rasmussen og Rúna Hammar. Í málinum stóð Bjarni Jacobsen eisini ein góðan dyst.
Í steðginum førdu Føroyar 17-14, og fyrst í seinna hálvleiki fingu okkara menn eitt gott høvi at draga meira frá, tá ið Serbia fekk bæði útvísing og reytt kort. Men Føroyar taptu tað løtuna 2-0, og Serbia kom fram um 18-17, áðrenn Føroyar skoraði fyrsta málið.
Nú vóru tað Føroyar sum runnu aftaná restina av dystinum.Serbia helt seg frammanfyri næstan alla tíðina, men Føroyar javnaði seinastu ferð til 27-27 í 51. minutti.
Móti endanum brendu Føroyar nakrar góðar møguleika, men tað skal eisini sigast, at Bjarni Jacobsen tók nøkur góð skot.
Føroyar taptu at enda 32-31, og kunnu veruliga iðra seg um vánaligu byrjanina í seinna hálvleiki, tí vit stóðu einki aftanfyri Serbia, kanska vóru vit betri.
Føroyskir málskjúttar
- Jákup Egholm 12 (13) 92 %
- Pauli Rasmussen 7 (13) 54 %
- Fríði Í Innistovu 4 (5) 80 %
- Rúnar Hammer 4 (8) 50 %
- Magnus Árason 2 (3) 67 %
- Erling Erlendsson 1 (1) 100 %
- Torkil Dahl 1 (1) 100 %
- Jón Midjord 0 (2) 0 %
- Julian Joensen 0 (0) 0 %
- Helgi Halldórsson 0 (0) 0 %
- Filip Haldansen 0 (0) 0 %
- William Djurhuus 0 (0) 0 %
- Lýðar Í Dímun 0 (0) 0 %
- Jógvan Lamhauge 0 (0) 0 %
Málverjar
- Bjarni Jacobsen 12 (39) 30.77 %
- Ingi Johannesen 1 (6) 16.67 %
Dystartøl á heimasíðuni hjá EHF >>

