Taptu dystin móti Noreg í seinna hálvleiki

Venjingarkappingin Golden League
Noreg – Føroyar 34-26 (16-15)

Landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff Larsen, valdi at spara stjørnurnar báðar, Elias á Skipagøtu og Óla Mittún í dystinum í Golden League móti Noreg . Norðmenn valdu eisini at spara nakrar av sínum berandi leikarum, millum annað Sander Sagosen.

Fyrri hálvleikur gekk javnt á og hjá Føroyum skoraðu Pauli Mittun, Vilhelm Poulsen og Rói Ellefsen A Skipagøtu skutu flestu føroysku málini. Í steðginum stóð 16-15 til Noreg.

Í seinna hálvleiki setta Noreg ferðina upp, og Føroyar høvdu sera trupult við at spæla seg til brúkiligar møguleikar. Tá ið fyrsta korterið var spælt Noreg framman fyri 25-20.

Føroyar høvdu tað trupult dystin út, men í málinum kom Sasha Lacok inn og tók nøkur skot.

Endin var, at Noreg vann 34-26.

Hagtøl frá dystinum á heimasíðuni hjá norska hondbóltssambandinum

Í morgin, sunnudagin, klokkan 13.00 spæla Føroyar seinasta dystin í Golden League móti Danmark, sum í mong ár hevur verið heimsins besta landslið.