
EM-undanbólkur 4, við Tjarnir
Føroyar – Montenegro 26-32 (14-14)
Føroysku hondbóltskvinnurnar fingu eina frálíka byrjan móti stjørnunum úr Montenegro. Okkara settu nógva ferð á, og Jana Mittún var flúgvandi frá byrjan.
Verjan stóð eisini væl, og inni millum stengurnar stóð Rakul Wardum ikki minni væl
Sp gjørdist teirra verja tættari, og tað gjørdist truplari hjá okkum at koma i gjøgnum. Okkara gjørdu eisini nakrar álopsfeilir, og veingirnir brendu nøkur skot.
Frá tí, at Føroyar vóru framman fyri 4-1, var Montenegro brádliga framman fyri 10-7.
Nú fór Føroyar at spæla sjey í álopinum. Maria Weyhe kom inn í álopi og tað loysti upp, og eftir eina lítla løtu javnaðu vit til 11-11.
Framhaldandi var tað Jana Mittún sum stórspældi við at skora mál og vinna brotskøst. Og í fyrra hálvleiki skoraðu vit betri upp á okkara brotskøst enn leingi. Pernille Brandenburg skoraði tvey, áðrenn hon brendi, og Maria Weyhe skora eitt.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki fylgdust liðini, og tað stóð 14-14, tá ið liðini fóru at hvíla seg.
Í seinna hávleiki kom Montenegro skjótt fram um við tveimum trimum málum, og hetta var munurin á liðunum eina góða løtu inn í seinna hálvleik.
Tað gjørdist truplari og truplari hjá Føroyum at koma í gjøgnum verjuna hjá Montenegro. Tað var hugtakandi at síggja, hvussu væl teirra verja arbeiddi bæði við stryki og kvikleika.
Hinumegin høvdu vit sera ilt við at steðga teirra álopsspæli, og málverjarnir høvdu fáar bjargingar, bæði Rakul og Gylta á Neystabø, sum kom inn.
Um miðjan fyrra hálvleik fór Montenegro avgerandi fram um, og so var eingin vegur aftur.
Vit fingu spakuliga gongd á málskjótingina aftur, tó at vit brendu heldur nógvar møguleikar, millum annað fleiri brotskøst. Vit megnaðu heldur ongantíð aftur ordiliga at steðga teirra álopsspæli . Endin varð, at Føroyar taptu 32-26.
Liðið hjá Montenegro vísti seg í seinna hálvleiki at vera akkurát so sterkt, sum stúrt var fyri frammanundan. Í fyrra hálvleiki kláraðu vit at fylgja við, men tá ið tær fingu steðga álopsspælinum hjá Janu, gjørdist ov trupult hjá okkum at koma til ordiligar møguleikar.
Enn er eitt sindur at arbeiða við, áðrenn vit kunnu bjóða so sterkum liðum av.
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF >>
EM-undanbólkur 4, við Tjarnir
Føroyar – Montenegro 26-32 (14-14)
Føroyar
- Jana Mittún – 6 mál
- Pernille Brandenborg – 5 mál
- Súna Krossteig Hansen – 4 mál
- Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen – 3 mál
- Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe – 3 mál
- Elsa Egholm – 1 mál
- Bjarta Osberg Johansen – 1 mál
- Rannvá Olsen – 1 mál
- Maria Pálsdóttir Nólsoy – 1 mál
- Maria Halsdóttir Weyhe – 1 mál
- Brynhild Pálsdóttir – 0 mál
- Vár Bentsdóttir Zachariasen – 0 mál
- Marita Mortensen – 0 mál
- Liv Bentsdóttir Zachariasen – 0 mál
Málverjar:
- Rakul Wardum – 8 bjargingar / 32 skot (25.00%)
- Gylta Djurhuus á Neystabø – 1 bjarging / 9 skot (11.11%)
Montenegro
- Durdina Jaukovic – 8 mál
- Matea Pletikosic – 4 mál
- Ivona Pavicevic – 4 mál
- Dijana Trivic – 3 mál
- Katarina Dzaferovic – 2 mál
- Jelena Vukcevic – 2 mál
- Anastasija Marsenic – 0 mál
- Natalija Lekic – 0 mál
- Ivana Godec – 0 mál
- Marija Božovic – 0 mál
- Tatjana Brnovic – 0 mál
- Andrijana Tatar – 0 mál
- Ilda Kepic – 0 mál
Málverjar:
- Armelle Attingré – 12 bjargingar / 35 skot (34.29%)
- Andrea Skerovic – 0 bjargingar / 2 skot (0.00%)
- Marija Marsenic – 0 bjargingar / 1 skot (0.00%)
