Stutt kliptar negl og aðrar broytingar í hondbóltsreglunum

Nakrar broytingar í altjóða hondbóltsreglunum komu í gildi 1. juli. Endamálið við broytingunum er at gera spælið meira flótandi og tryggja rættvísari revsingar.

Ein av teimum stuttligu broytingum er, at tað stendur í klombrum, at negl skulu vera stutt kliptar.

Frá nú av kunnu lið hava upp til 16 leikarar og 5 hjálparfólk. Hetta skal gera tað lættari at laga manningina til einstøku dystirnar. Hetta er galdandi er fyri hondbólt á øllum aldursstigum.

Ein onnur týðandi broyting er, at skot í høvdið á málverjanum undir straffikasti ikki føra til útvísing av sær sjálvum. Í staðin verða givnir tveir minuttir útvísing. Hetta skal minka um harðar revsingar fyri brot av óvart, uttan at tryggleikin verður settur til síðis.

Ein av mest týðandi broytingunum er nýggja tulkingin av regluni um null fet. Fram til nú hevur ein leikari verið mettur at hava tikið fyrsta fetið, tá hann steðgar at dribla og setti fótin í gólvið. Nú verður hann í staðin mettur at vera tikið null fet, tá ið hann tekur bóltin upp í hondina. Hetta skal gera spælið meira flótandi.

Venjaraøkið er í nýggja reglunum greitt lýst, at vera frá 3,5 metrum frá miðlinjuni til 8 metrar frá mállinjuni.

Í brotskastskapping er ikki longur krav um at kasta øll fimm kastini, um úrslitið longu er avgjørt. Hetta samsvarar við reglur í øðrum ítróttargreinum.

Málverjar sleppa nú at fara út úr málteiginum við bóltinum, hóast teir ikki hava fulla kontrol. Tað verður upp til dómaran at meta um støðuna.

Broytingar í reglunum vóru royndar U21-HM í Póllandi, har Føroyar vóru við.