Vit kenna søguna um B71, Herfølge og Leicester, sum heilt óvæntað gjørdust meistarar, og nú hevur lítla svenska felagnið Mjällby eisini skriva seg inn í hendan partin av fótbóltssøguni.
Við 2–0 sigri á IFK Göteborg tryggjaði Mjällby sær svenska meistaraheitið, heili trý umfør áðrenn kappingin endar.
Hällevik, har felagið heldur til, er ein lítil fiskibygd við umleið 1000 fólkum. Økið hoyrir til Sölvesborg kommunu í Blekinge í Suður-Svøríki, har umleið 17.000 fólk búgva.
BBC kallar hetta “eitt av størstu sjokkunum í nútímans evropeiskum fótbólti”.
Mjällby var í 2016 nær við at fara á húsagang og spældi tá í fjórbestu deildini. Men í 2018 og 2019 flutti felagið upp tvær ferðir á rað.
Nú eru teir meistarar fyri fyrstu ferð í søguni.
AIK við føroyska Mikkjal Thomassen er nummar fimm í bestu svensku deildini.

