Spennandi botndystur í Vági – Grannadystir í Havn

Fýra dystir verða spældir í Betrideildini hjá monnum í dag.

Klokkan 13.30 byrjar botndysturin á Eiðinum, tá ið FC Suðuroy tekur ímóti 07 Vestur. Dysturin hevur stóran týdning í botnstríðnum. FC Suðuroy kann av álvara leggja sjógv ímillum seg og liðini undir strikuni. 07 Vestur má vinna fyri at sleppa uppum niðurflytingarstrikuna.

Klokkan 15.00 verða tveir dystir spældir. NSÍ er risafavorittur móti TB í Runavík. Samstundis spælir EB/Streymur móti B68 á Eiði. Hetta er fyrsti dysturin hjá B68 við Fróða Benjaminsen sum venjara .

Klokkan 17.15 verður grannauppgerð í Gundadali. HB tekur ímóti B36. B36 hevur ikki tapt mót HB í ár, og hava eisini brúk fyri stigunum í stríðnum við Víkingum um fjórða plássið. HB hevur ikki tapt í yvir fýra mánaðir við André Olsen sum venjara

Sunnudagin 14. septembur

  • 13.30: FC Suðuroy – 07 Vestur
  • 15.00: NSÍ – TB
  • 15.00: EB/Streymur – B68
  • 17.15: HB – B36

Mánadagin 15. septembur

  • 18.30: KÍ – Víkingur